Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir hava hitst á fundi í Halden í Noregi 27. og 28.juni. Fyri Føroyar luttók Kaj Leo Holm Johannesen, norðurlendskur samstarvsráðharri.
Mong evni vóru á skrá, m.a. krepputilbúgving og hvussu norðurlond kunnu samstarva betur, tá kreppur av ymsum slag raka. Harumframt varð visjónin fyri 2030, um at Norðurlond gerast tað mest grøna, mest kappingarføra og sosialt burðardygga øki í heiminum, viðgjørd.
At enda var fundur við Markaforðingarráðið, ið greiddi frá arbeiðinum við at loysa ymsar forðingar, ið borgarar í Norðurlondum uppliva, tá tey arbeiða, flyta ella ferðast ímillum Norðurlond.
“Tað er altíð kveikjandi at hitta norðurlendsku starvsfelagarnar og saman umrøða øll tey mongu øki, ið knýta okkum saman sum norðurlendsk familja. Tað hevur týdning at tosa saman og binda okkum til tættari samstarv, serliga at finna loysnir uppá ítøkiligar avbjóðingar og forðingar hjá okkara borgarum og vinnulívi,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvs.
(Myndir: Uttanríkis- og mentamálaráðið og Norges Utenriksdepartement)