Á samkomu í Listasavni Føroya í morgun fekk Margreta Næss handað ársins Kærleikskúlu sum viðurkenning fyri sítt stóra arbeiði at geva føroyskar ljóðbøkur út. Tað er Dugni, sum skipar fyri átakinum, og Eyðun av Reyni hevur sniðgivið serligu glaskúluna í ár.
Margreta Næss er eitt undangongufólk innan føroyska ljóðbókaframleiðslu. Hon var í mong ár leiðari í Ljóðbókatænastuni/Forlagnum Ljóðbøkur, og í 2014 fekk hon mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri sítt slóðbrótandi útgávuvirksemi, sum hevur givið sjónveikum og teimum, sum ikki eru so stinn í at lesa, møguleika at lurta eftir føroyskum bókum. Margreta Næss fór frá sum leiðari fyri Ljóðbókatænastuna í summar.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu á samkomuni og segði m.a.:
“Kærleikskúlan er ein vøkur áminning í hesi gávutíð. Ein áminning um at virðismeta tey gávuríku listafólk, sum vit hava. Ein áminning til arbeiðsgevarar og okkum øll um at vísa sosiala medábyrgd. Og ein áminning um, at bara í felag kunnu vit skapa eitt rættvíst samfelag fyri øll.
Dugni eigur ein týðandi leiklut í hesum arbeiðið. Við arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling geva tit menniskjum atgongd til eitt gerandislív við uppgávum, samfelagi og menning. Tit styrkja arbeiðsførleikarnar hjá fólki, so tey verða betur før fyri at fáa eitt innihaldsríkt lív, og tit eru í tykkara samskifti við arbeiðsgevarar við til at rúmka arbeiðsmarknaðin.
Kærleikskúlan myndar bæði tað góða arbeiðslívið, sum gevur okkum nakað at liva av, og tað fína listalívið, sum gevur okkum nakað at liva fyri. “
Øll røðan er tøk her.
(Myndatekstur: Landsstýriskvinnan heilsar upp á Margretu Næss, sum fekk handað fyrstu Kærleikskúluna í ár. Mynd: Dorit Hansen/MMR)