14.06.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

JÓNLEIF JOHANNESEN FYRSTILÆRARI Í SKÚLANUM Á FOSSÁNESI

JÓNLEIF JOHANNESEN FYRSTILÆRARI Í SKÚLANUM Á FOSSÁNESI

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Jónleif Johannesen í starvið sum fyrstalærari í Skúlanum á Fossánesi. Jónleif tekur við starvinum tann 1. august 2013.

Jónleif Johannesen er 34 ára gamal, tók læraraprógv í 2004, AKT-útbúgving í 2009 og hevur umframt tikið onnur viðkomandi skeið.

Jónleif hevur fleiri ára royndir, bæði sum lærari og AKT-lærari og hevur hann eisini í nøkur ár samskipað og lagt til rættis AKT-arbeiðið á fleiri skúlum. Jónleif Johannesen hevur harumframt royndir frá fakfelagsarbeiði.