Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, bar fram hesa heilsan í Útvarpinum, tá farið varð undir at senda jólaheilsur:
“Gott kvøld góðu landsmenn, útisetar og aðrir lurtarar.
Føroyingar hava altíð ferðast, siglt og búleikast víða um heim fyri at lívbjarga sær ella fyri at nema sær útbúgving og førleikar. Nógv koma heim aftur, meðan onnur finna eydnuna í øðrum landi.
Eins og tjøldrini á grækarismessu eru tekin um várið, eru jólaheilsanirnar uttan úr heimi tekin um, at nú eru jólini í hondum. Jólaheilsanirnar eru somuleiðis tekin um, at vit um allan heim eiga landsmenn, sum eins og flytifuglurin leingist eftir at nema land aftur fyri at vitja síni kæru.
Fyri okkum mongu, sum lurta her heima, bera jólaheilsanirnar boð um hugna, gleði og takksemi, men eisini um longsul og sorgblídni. Tí á jólum vilja vit helst vera saman við teimum, vit eru góð við!
Vit vilja helst hava alt at vera sum í fjør, einki skal broytast, jólini skulu vera, sum tey plaga, vanatrúgv, sum vit eru. Men vit ráða ikki yvir øllum, í hesum sambandi fara mínir tankar til okkara landsmenn, sum í árinum hava mist ein av teirra kæru, og sum hesi jólini fara at sita í svárum sakni.
Hesar afturvendandi jólaheilsanirnar í Útvarpinum minna okkum á, at í okkara lítla landi er eisini pláss fyri útlendingum, sum leingjast heim til síni á jólum. Teimum ynski eg eisini eini gleðilig, føroysk jól.
Í dagliga meldrinum er jólahøgtíðin tann, sum mest av øllum gevur okkum høvi og stundir at hugsa um lívið og um onnur enn okkum sjálv.
Jólaheilsanirnar minna okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at virðismeta og at røkja góða sambandið við okkara næstu og næsta. – Hetta er eisini kjarnin í gleðiboðskapinum á jólum.
At enda fari eg vegna Føroya Landsstýrið at ynskja tykkum øllum bæði úti og heima, á sjógvi og á landi, eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuríkt nýggjár.
Gud signi okkum øll og land okkara.”