Fyrrapartin var Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fundi við amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken.
Á fundinum umrøddu teir samstarvið millum Føroyar og USA. Serliga við støði í partalagsyvirlýsingini, sum varð undirskrivað í november í fjør, og setir karmin fyri økt samstarv um m.a. handil, vinnuframa, gransking, grøna orku, mentan og útbúgving.
Eisini støðan í Norðurhøvum og Arktis var til umrøðu. Jenis av Rana legði á fundinum dent á, hvussu týðandi munagott samstarv millum londini í økinum er til tess at varðveita lágan spenning, menna nýggjan vinnumøguleikar og verja umhvørvið. Harumframt var spurningurin um eina føroyska sendistovu í Washington DC og eitt amerikanskt konsulát í Føroyum havdur á loft.
“Stóra fetið at undirskriva partalagsyvirlýsing var tikið herfyri, og vit eru nú á einum máli um, at næsta fetið er at fáa ítøkilig úrslit burturúr. Raðfestingarnar hjá amerikonsku stjórnini eru mangan í samsvari við okkara raðfestingar. M.a. tá ið um ræður trygd, handil og burðardygga menning, ið er grundað á vísindaligt samstarv, hava vit áhugamál til felags. Tí er útgangsstøðið gott fyri at menna samstarvið enn meira við ítøkiligum átøkum,” sigur Jenis av Rana.
Fundurin var í Keypmannahavn. Eisini danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, og grønlendski uttanríkisráðharrin, Pelle Broberg, vóru við á fundinum.