Japanski sendiharrin í Danmark, Hr. Seishi Suei, er í hesum døgum í Føroyum, og í dag, 21. oktober, legði hann leiðina fram við Mentamálaráðnum, har hann hitti Bjørn Kalsø, landsstýrismann.
Landsstýrismaðurin kunnaði sendiharran um málsøkini hjá Mentamálaráðnum. Hr. Suei var m.a. áhugaður í at frætta um mentan, kirkju og útbúgvingarskipanina, harundir hægri útbúgving og møguleikarnar hjá føroyingum at nema sær útbúgving í Føroyum og uttanlands.
Málið hjá japanska sendiharranum er, at vitjanin í Føroyum fer at føra við sær eitt økt samstarv millum Føroyar og Japan.