1 / 3
Seinasta týsdag var hátíðarhald í Ítróttahøllini Inni í Dal í sambandi við, at formligu viðurskiftini viðvíkjandi ítróttarhøllini endaliga vóru avgreidd. Talan var um undirskriving av veðbrævi, sum gevur Føroya landsstýri veð í ítróttarhøllini fyri einum rentu- og avdráttarfríum láni uppá 30 mió kr. Borgarstjórarnir í oynni kommunuskrivararnir hjá kommununum í oynni, limirnir í stýrinum fyri Sandoyar skúlasamband og umboð fyri Uttanríkis- og mentamálaráði luttóku í hátíðarhaldinum.