Íslendski mentamálaráðharrin á almennari vitjan 30. og 31. mai
Komandi tveir dagarnar verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, vertinna hjá íslendska mentamálaráðharranum, Illuga Gunnarssyni, sum við fylgi kemur á almenna vitjan í Føroyum.
Mentamálaráðið hevur fyrireikað eina fjølbroytta skrá fyri mánadagin og týsdagin, har íslendsku gestirnir fáa innlit í ein part av umfatandi virkseminum, sum Mentamálaráðið hevur við at gera.
Illugi Gunnarson hevur eitt nú stóran áhuga fyri dagstovnaøkinum, fólkaskúlanum og miðnámsskúlaøkinum, so lagt verður fyri mánamorgunin við vitjan í Mentamálaráðnum, á Dagstovninum á Hamrinum, í Skúlanum á Argjahamri og á Glasi í Marknagili.
Seinnapartin gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, í Kringvarpið og í Listasavnið. Allastaðni verða køn fólk til reiðar at taka ímóti, vísa runt og greiða frá.
Fyrri dagurin endar úti í Tinganesi, har rundvísing verður í gamla parturin av Tórshavn og í Tinganesi, áðrenn landsstýriskvinnan verður vertur fyri einum døgurða í Fútastovu.
Vitjan á Søvnum Landsins er fyrsta miðið týsmorgunin. Tyrlan kemur eftir fylginum og flýgur út í Koltur, har fylgið fær rundvísing og miðmála. Síðan verður flogið vestur í Vágar, har gestirnir fara á enn eina dagstovnavitjan, hesaferð í Miðgarði í Miðvági.
- Tað er altíð hugaligt at røkja norðurlendsku mentanarsambondini, ikki minst við grannar okkara í Íslandi, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
- Við at knýta londini tættari saman, koma vit bæði lættari og skjótari á mál við evnum, sum krevja felags stev. Eisini er tað gull vert at fáa íblástur frá hvørjum øðrum, sigur landsstýriskvinnan, sum sjálv var á vitjan hjá Illuga Gunnarssyni í Reykjavík á heysti í fjør. Har fekk hon hópin av íblástri, eitt nú um eitt fyrimyndarligt landsumfatandi átak um málsliga menning hjá børnum, sum hevur hepnast serstakliga væl í Íslandi.
Íslendski mentamálaráðharrin við fylgi fara av landinum aftur seint týsdagin.