Í vikuni fekk Ítróttasamband Føroya góðkenning sum dopingeftirlit í Føroyum. Felagsskapurin skal hava eftirlit við og arbeiða fyri, at doping ikki fer fram í skipaðum føroyskum ítrótti.
Uppgávurnar hjá felagsskapinum eru m.a. ásettar í lóggávu um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti og fevna eitt um at taka dopingroyndir av ítróttafólki í Føroyum:
at melda og leggja fram mál um doping
at kunna um doping
at luttaka í altjóða arbeiði til tess at fyribyrgja doping, og
at ráðgeva og kunna almennar myndugleikar um viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri arbeiðið at fyribyrgja doping.