04.09.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

INNSKRIVING TIL PRÓVTØKU/R SUM SJÁLVLESANDI Á SUMRI 2013

Mentamálaráðið hevur gjørt eitt forrit, sum sjálvlesandi ALTIÐ skulu nýta, tá ið tey innskriva seg til próvtøku/r. Tað ber bert til at innskriva seg til próvtøku/r í fólkaskúlanum ella í miðnámsútbúgvingunum umvegis forritið.

Tey, sum ynskja at fara til próvtøku sum sjálvlesandi á sumri 2013, annaðhvørt í fólkaskúlanum ella í einari miðnámsútbúgving, innskriva seg til próvtøku við at fara inn á heimasíðuna: www.innskriving.fo

Vegleiðing um, hvussu ein innskrivar seg sum sjálvlesandi, er partur av forritinum.