10.02.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Innskriving sum sjálvlesandi á sumri 2012

9. og 10. floks próvtøka

Tey, sum ætla at innskriva seg sum sjálvlesandi til próvtøku á sumri 2012 í 9. ella 10. flokki, skulu gera hetta í seinasta lagi 25. februar 2012.

Sjálvlesandi skulu fyri 25. februar 2012 hava avtalað pensum o.a. við skúlan, har innskriving fer fram.

Innskriving til próvtøku á 9. og 10 floksstigi fer BERT fram talgilt umvegis www.innskriving.fo, har eisini stutt leiðbeining um inskriving er at finna.

Mentamálaráðið ger vart við, at tað bert ber til at innskriva seg sum sjálvlesandi til próvtøku í 9. og 10. flokki í hesum fólkaskúlum:

1) Eysturskúlanum, Tórshavn
2) Miðvágs/Sandavágs skúla, Miðvágur
3) Runavíkar kommunuskúla, Runavík
4) Skúlin á Ziskatrøð, Klaksvík
5) Tvøroyrar skúla, Tvøroyri

Allar miðnámsútbúgvingar

Seinasta freist at innskriva seg sum sjálvlesandi til próvtøku í einari miðnámsútbúgving er 25. februar 2012.

Innskriving fer fram á tí skúla, har viðkomandi ynskir at fara til próvtøku. Innskrivingarskjal er at finna á heimasíðu skúlans. Sjálvlesandi skulu áðrenn innskriving hava avtalað pensum við skúlan, har hann/hon fer til próvtøku.

Sjálvlesandi, sum søkja um upptøku til HF, skulu hava lokið próvtøku á 10. floksstigi í føroyskum og donskum og á 9. floksstigi í enskum og støddfrøði.

Sjálvlesandi skulu rinda 300 kr. fyri hvørja lærugrein, tey innskriva seg til. Tá ið sjálvlesandi hava verið til próvtøku, verður peningurin goldin aftur fyri tær lærugreinir, tey hava verið til próvtøku í.