Røða hjá Aksel V. Johannesen, virkandi landsstýrismanni í mentamálum, til handanina av Mentanarvirðislønum landsins fyri 2018 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019
Kæru gestir!
Vælkomin øll somul til hesa hátíðarløtu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, nú vit fara at handa mentanarvirðislønirnar fyri 2018. Bæði tit, sum sita her, og tit, sum sita heima og fylgja við.
Vælkomin øll somul!
“Her livir bygdin
ein ósløkkjandi varmi
eitt lógvatak á gøtuni
ein hond, tá ið okkum allarmest
tørvar tað”.
Soleiðis skrivar fuglfirðingurin og skaldið Alexandur Kristiansen í einari av sínum mongu og beinraknu yrkingum.
Mentanarliga undirstøðukervið er ein týðandi fortreyt fyri livilíkindunum í okkara landi. Ein tilvitaður og virkin mentanarpolitikkur skapar karmarnar fyri mentan og list í samfelagnum.
Eg haldi, at mentan og list eru tveir grundarsteinar í samfelagnum, sum hava stóran fólkaræðisligan, trivnaðarligan og búskaparligan týdning.
Bera vit okkum rætt at, so at hetta margfeldið sæst aftur í mentanarpolitisku raðfestingunum og í tí lívandi mentanini, ið mangan er millum land og kommunur, tá eru vit á rættari kós.
Í kvøld eru vit stødd í Fuglafirði, her tað angar av mentan og list og vinnulívi.
“Her livir bygdin
ein ósløkkjandi varmi....”
Og vilja vit fáa hetta við ‘varmanum’ hjá skaldinum staðfest, kunnu vit bara leita okkum út undir Gøtueiði, og ‘kenna hitan av hondum, ið sleptu’, soleiðis sum eitt annað av okkara stórskaldum, Heðin Brú, so vísiliga tók til í Fedranna talu.
Savningarstaðið við Varmakeldu hevur í øldir ikki bara verið ein heilsubøtandi miðstøð, men eisini ein bókmentalig íblástrarkelda, har menn sum Lucas Debes, Svabo, Hammershaimb og tykkara egni Poul Klein frá Gjógv – allir við frásagnum sínum - hava roynt at hildið hesum mentanarstaði, sum Varmakeldan er, inni í hitanum.
Mangan hoyra vit sagt, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum ríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi.
Ongantíð verða krónur og oyru settar á hetta ríkidømið. Hetta er bara ein mentanarlig staðfesting.
Men ein fortreyt fyri, at vit, eisini í framtíðini, verða millum fremstu tjóðir í heiminum, er, at vit ikki bara hjúkla um spírarnar, men at vit eisini sum land og fólk varða av okkara mentanarliga og listaliga ríkidømi á skynsaman hátt.
Vit eru ikki altíð nóg dugnalig at siga takk, og einki fer av okkum, siga vit eina ferð ov nógv hetta lítla og stutta orðið.
Í kvøld eru vit komin saman her í Fuglafirði at takka trimum av okkara virknu lista- og mentafólkum.
- Trý listafólk, sum órædd hava kosið sær listina og mentanina sum teirra lívsfylgisneyta.
- Trý fólk, sum dagliga gleða okkum við teirra list, sum tey sýna fram og lata okkum gleðast um.
- Trý fólk, sum ikki eru bangin fyri at skapa og sum veruliga royna at liva av listini.
- Trý fólk, sum - hvør á sín hátt - hava sermerkt seg við teirra listaliga og mentanarliga virksemi.
Hetta vilja vit siga teimum takk fyri.
Vit eru tykkum ómetaliga takksom fyri tað, tit hava givið og framvegis geva okkara landi.
Vit vilja fegin, á henda hátt, bera tykkum eina stóra tøkk, tí tað eru m.a. tit, ið gera Føroyar til ríkastu tjóðir í heiminum.
Uttan listafólk vóru Føroyar fátækar! Uttan mentafólk vóru Føroyar einki.
Áttu vit ikki tykkum, høvdu vit ikki kunnað sungið við Hans Andreasi, tá ið hann sigur:
Sjá, grasið grør í dølum og loft er fagurt blátt –
tað ber ímóti sumri og jóansøkunátt.
Mær leingist tí at skøða mín arma, mødda fót –
á Varmakeldueiði eg vinni heilsubót.
Vælkomin til handanina av Mentanarvirðislønum landsins 2018.
Aksel V. Johannesen
løgmaður