Eg eiti Petur Debes Fjallsbak, eg eri 16 ár, búgvi í Hoyvík og gangi í NámX.
Nú havi eg verið í starvsvenjing í næstan tvær vikur í tíðarskeiðnum 15. – 26. februar 2021. Sum starvsvenjingarpláss valdi eg at fara á Løgmansskrivstovuna, tí eg hava áhuga fyri politikki. Tá eg byrjaði har, fann eg útav, at eg ikki bara fór at vera á Løgmansskrivstovuni. Eg skuldi eisini ferðast runt í miðfyristingini, t.s.v. koma út í onnur aðalráð eisini.
Á Løgmansskrivustovuni lærdi eg nógv nýtt og hevði tað sera gott. Har var nógv ymiskt spennandi, eg var m.a. á einum fundi við løgmanni um drotningavitjan í summar, og eg slapp eisini at síggja alt tað ymiska í Tinganesi, sum fólk flest ikki hava sera góða atgongd til.
Tað næsta staðið eg kom til var Umhvørvis- og vinnumálaráðið, og har var eisini mikið áhugavert at vera og nógv at læra. Eg slapp at síggja tað fjølbroytta arbeiði, sum tey hava at gera har.
Eftir tað fór eg inn í Fíggjarmálaráðið, ið eisini liggur í Tinganesi, og tað, sum fyrst fangaði meg, var, hvussu gamal bygningurin var. Men hóast tað, var hann eisini flottast. Har var eisini mikið spennandi at vera og ymiskar uppgávur. Ein av uppgávunum var at orða eitt “falskt” upprit til landsstýrisfund. At sleppa at royna nakað nýtt sum tað, er altíð stuttligt.
Nú eri eg so komin til Uttanríkis- og mentamálaráðið, og her er eisini sera spennandi at vera. Inntil víðari havi eg verið í Løgtinginum og lurtað eftir ófráboðaðum fyrispurningum, eg havi verið á fundi í Uttanríkistænastuni við landsstýrismanninum, og á fundi í Undirvísingarstýrinum við starvsfólkum í ráðnum. So eri eg eisini ígongd við at skriva henda tíðindstubba til heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Onkur av teimum uppgávunum, sum eg helt vera nokkso áhugaverd, var m.a. at sleppa á ymiskar fundir. So havi eg eisini verið í Løgtinginum nakrar ferð og hugt runt. Tað kann eisini vera sera áhugavert at tosa við ymisk, tá hugsar man kanska serliga um politikkararnir, men eg haldi ofta, at tað er minst líka spennandi at tosa við onnur starvsfólk, sum ikki eru politikkarar.
Mær hevur dámt sera væl at verið í starvsvenjing í miðfyrisitingini, og eg hevði viðmælt øllum, ið eru áhugað í politikki, at spyrja um venjingarpláss har.