Í kvøld fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa Mentanarvirðislønir landsins.
Handanirnar verða á almennum hátíðarhaldi á Seglloftinum á Tvøroyri í kvøld kl. 19.00, og Kringvarpið sendur beinleiðis frá handanini í bæði útvarpi og sjónvarpi.
Tríggjar virðislønir verða handaðar. Mentanarvirðisløn Landsins verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Virðislønin, sum er 150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi. Heiðursgáva landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Triðja virðislønin er Virðislønin til ungt listafólk, sum fyrstu ferð varð latin í 2011. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.
Røður verða hildnar fyri teimum heiðraðu, og tónleikaframførslur verða eisini.
Tiltakið í Seglloftinum er alment, og øll eru vælkomin.