Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur borið Løgtinginum tvey uppskot, sum styrkja regluverkið, sum fyribyrgir hvítting og fígging av yvirgangi.
Hvítvasklóggávan í Føroyum er í tveimum. Nøkur vinnurekandi, m.a. trygginarfeløg, grannskoðarar og ognarmeklarar, eru fevnd av løgtingslógini um fyribyrgjandi tiltøk móti hvítvaski og fígging av yvirgangi, sum Tryggingareftirlitið og Skráseting Føroya hava eftirlit við. Onnur vinnurekandi, m.a. peningastovnar og advokatar, eru fevnd av samsvarandi donsku lógini, sum Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við. Er eitt málsøki yvirtikið, koma vinnurekandi undir føroysku lógina, meðan tey eru undir donsku lógini, um málsøkið ikki er yvirtikið.
Løgtingið hevur áður eftirlýst, at tað verður gjørd ein serstøk váðameting fyri Føroyar í sambandi við hvítting og vandanum fyri fíggjarligum kriminaliteti. Í vetur kom henda váðametingin, tá ið hvítvaskdeildin hjá løgregluni legði fram frágreiðing. Niðurstøðurnar nevna m.a., at Føroyar ikki hava neyva skráseting av, hvør veruliga eigur skrásett feløg. Somuleiðis verður tikið fram, at Skráseting Føroya er heldur illa mannað, tá ið tað kemur til eftirlit við hvítvasklógini.
Seinastu tíðina eru tó fleiri ábøtur framdar:
- Skráseting Føroya hevur ment nýggja eigaraskrá, og meginparturin av skrásettum feløgum í Føroyum hava longu skrásett eigararnar í feløgunum;
- Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023, sum væntandi verður endaliga samtykt á løgtingsfundinum í morgin, er peningurin settur av til at styrkja eftirlitið við hvítvasklógini,
- Lógaruppskotini, sum nú eru borin Løgtinginum, dagføra og styrkja regluverkið kring hvítting og fígging av yvirgangi, bæði fyri yvirtikin og ikki yvirtikin málsøki, og
- Samstundis er avtalað við danska vinnumálaráðharran, at reglurnar um politiskt ábærar persónar verða endurskoðarar saman við umboðum fyri avvarðandi føroyskar myndugleikar, so tær hóska til føroyska samfelagið
“Í altjóðagjørda samfelagnum við frælsum peningaflytingum er altíð ein ávísur vandi fyri, at summi misnýta skipanir til at hvítta pening, sum tey ráða yvir av órøttum. Tí er neyðugt við sterkum regluverki og haldgóðum eftirliti. Samstundis er tó eisini neyðugt at tryggja, at reglurnar eisini leggja upp fyri, hvussu føroyska samfelagið er sett saman. Tí fegnist eg serliga um, at vit nú fara at endurskoða reglurnar um politiskt ábærar persónar, soleiðis at føroyingar óttaleysir kunnu taka lut í eitt nú politiskum arbeiði í teirra lokalfeløgum uttan at verða skrásettir sum politiskt ábærir persónar”, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin fer saman við embætisfólkum at kunna løgtingslimir um lógaruppskotini um hvítting og fígging av yvirgangi fyri tingfundin í morgin.