Í dag kl 15 var alment hátíðarhald á Hvalastøðini við Áir, tí savnið nú lat upp fyri almenninginum.
Ætlanin er, at tað verður opið hvønn fríggjadag frá kl 10-16 í summar - inntil 30. august.
Bygningarnir eru nú umvældir, og komandi árini verða fleiri ábøtur so líðandi gjørdar.
Av tí, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av savnsøkinum, er á Gibraltar til oyggjaleikir, var tað í hansara stað Óluva Klettskarð, ið er forkvinna í Mentanarnevndini í løgtinginum, sum helt røðu við Áir í dag.