03.07.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Hoydalar verður mentanardepil

Hoydalar verður mentanardepil

Tað verða Listafólkasamband Føroya (Lisa) og Tjóðsavn Føroya, sum fara at húsast í Hoydølum, nú undirvísingin á Glasi eftir summarferiuna flytir út í Marknagilsdepilin

 

Mentamálaráðið hevur viðgjørt tey 52 uppskotini, sum komu inn til hugskotskappingina um Hoydalar, og avgerð er tikin um at samantvinna tvey av uppskotunum.

Listafólkasambandið hevur leingi sóknast eftir størri hølum til millum annað venjingar, framsýningar og arbeiðshøli hjá listafólkum, og Tjóðsavnið hevur í mong ár ynskt at savnað stovnin - burtursæð frá stóru framsýningunum - undir somu lon.

Mentamálaráðið metti, at hesi bæði uppskotini við fyrimuni kunnu samantvinnast, og nóg mikið av plássi er í Hoydølum til at hýsa báðum.

- Í útveljingartilgongdini hevur tað verið umráðandi, at verandi bygningar ikki mugu standa tómir, og at virksemið eisini fellir væl inn í Frílendisætlanina fyri Hoydalar, sum umfatar náttúruna í økinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Hon leggur afturat, at samgongan í verandi heitu búskaparstøðu ikki ætlar at seta meira ferð á búskapin við at byggja nýtt og stórt í Hoydølum, og heldur ikki varð mett ráðiligt at byggja bústaðir á økið.

Mentamálaráðið metir funnu loysnina vera bæði skilagóða og gagnliga. Í eitt óásett fyribils áramál kunnu LISA og Tjóðsavnið sostatt nú í felag húsast í Hoydølum, inntil tíðirnar aftur krevja stórar íløgur.

- Nú hevur tað týdning, at verandi bygningar fyllast við lívi og menniskjum; við úteftirvendum og almentgagnligum virksemi. Og við at umskipa Hoydalar til ein slíkan livandi mentanardepil kann kanska eisini spyrjast eitthvørt forvitnisligt burturúr teirri synergiini, sum uppstendur. Í øllum førum fegnist eg um, at bæði mentanin og listin nú fáa væl betri arbeiðsumstøður, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.