Høgni Joensen heldur fram sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur gjørt av at seta Høgna Joensen í fast starv sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt frá 1. august 2013 at rokna. Hann hevur seinastu fimm árini verið áramálssettur skúlastjóri á skúlanum.
Høgni Joensen er 58 ára gamal og hevur læraraprógv frá Føroya Læraraskúla í 1981. Eisini hevur hann Diplomleiðaraútbúgving frá 2005, umframt onnur viðkomandi skeið og royndir.