Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti kappingarráðstevnuna 19. september
Í gjár, tann 19. september 2024, setti landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum ráðstevnu um kapping, sum Kappingareftirlitið skipaði fyri á Hotel Hilton við serfrøðingum innan lóg og búskap til at viðgera avbjóðingar og møguleikar í dagsins marknaðardynamikki. Fyrilestrarhaldarar vóru Cento Viljanosky (uk/au), Christian Berquist (dk), Jens Fejø (dk) og Martin Peitz (de).
Landsstýrismaðurin vísti á, at virkin kapping er grundarlagið undir einum sunnum búskapi. Landsstýrismaðurin legði dent á, at kapping stimbrar nýskapan, økir um effektivitet og gagnar brúkarum við betri valmøguleikum og lægri prísum. Hann legði tó afturat, at kapping snýr seg ikki bara um fyritøkur, sum kappast sínámillum, men eisini um at skapa eitt umhvørvi, har nýggj og góð hugskot hava møguleika at vinna fram.
Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at skaðiligur atburður millum fyritøkur virkar ímóti virknari kapping og kann hava álvarsligar avleiðingar fyri bæði kappingarneytar, marknaðin og brúkarar. Fyri at skapa virknað kapping er tað tí avgerandi við skynsamari lóggávu og dyggum eftirlitsmyndugleikum.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni var broytingar í kappingini við vaksandi talgildum marknaðum. Landsstýrismaðurin vísti á nýggja lóggávu og avgerðir í Evropa, sum boða frá nýggjum tíðum, og fyritøkur mugu laga seg til nýggjar marknaðarrealitetir. Hann eggjaði fyritøkum til ikki bara at fylgja lógarásetingum, men eisini at síggja lóggávu sum eitt íkast til etiska vinnuførslu og brúkaratrygd.
Landsstýrismaðurin endaði við at heita á øll viðkomandi – lóggevarar, fyritøkur og fakfólk – um at samstarva fyri at tryggja rættvísa og virkna kapping. Vónin er, at kapping framhaldandi skal vera ein drívmegi fyri framgongd og vera samfelagnum at gagni.