Høgni Hoydal, landsstýrismaður: Røða til setanina av Aliráðstevnuni 2023
Tað stóra í tí smáa – tað smáa í tí stóra
Góðu, frægu fólk.
Tað stóra í tí smáa. Og tað smáa í tí stóra.
Hetta kundi verið ein yvirskrift fyri føroysku alivinnuna. Eins og fyri føroyska tjóðarbygging sum heild. At skapa tað stóra úr tí smáa. Og at síggja, menna og hjúkla um tað smáa í tí stóra. Tað er grundtreytin fyri menningini.
Tak bert alisøgu okkara: Frá teimum fyrstu smáu royndunum hjá undangongufólki – til í dag okkara størstu útflutningsvinnu, mest framkomnu og altjóðagjørdu vinnu og størstu feløg.
Sum samstundis er treytað av og bygd upp av øllum tí smærra í tí stóra: Starvsfólki við ymiskum førleikum og vitan á sjógvi og landi. Einum skógi av fjølbroyttum tænastuvinnum og fyritøkum. Bygdum og býum og kommunum og fólki. Gransking og nýskapan og útbúgvingum. Og av myndugleikum, lógum, kunngerðum og reguleringum.
Ella tak bert alingina í sjálvum sær: At skapa tað stóra úr tí elasmáa. Frá lívfiski og strúking og blanding og giting. Til rognini koma í eyga. Til yngul og smolt. Til útseting, fóðring og røkt. Til tøku og kryvjing og virking og framleiðslu og flutning á heimsmarknað av stórum og heimsins besta laksi.
Og so aftur í ringrásina við mikrolívfrøði og arvastreingjum og nýggjum lívi.
Altso: Tað stóra í tí smáa. Og tað smáa í tí stóra.
Alivinnan hevur verið og er samstundis føroysk tjóðarbygging: At megna at virða okkara egna tilfeingi og at virðisøkja tað – bæði í náttúru og í menniskjum. At støðugt síggja okkum sjálv sum skapandi miðdeplar í heiminum. Ikki sum ein útjaðari og ein móttakari av peningi og avgerðum frá øðrum.
Sum farbróðir Gunnar Hoydal, sáli, skrivar einastaðni: Føroyar eru jú eitt óendaliga stórt land. Tað veldst um mátan vit máta. Um vit máta í aldum, sjógvi, regni – ella kenslum og møguleikum. Ein og hvør heimstaður, sum talar til kenslur og royndir, kann gerast óendaliga stórur. Um vit virða okkum sjálv, okkara tilfeingi og tey virðir, sum eru skapt og støðugt verða skapt úr tí smáa. Og um vit leggja afturat tað stóra útsýnið, ið vit hava og noyðast at hava í Føroyum. Tað stóra útsýnið út í heim og tað djúpa sýnið inn í okkara egna samfelag. Tað, sum vit vanliga kalla stødd, og halda vera okkara størstu avmarking, er samstundis okkara størsti fyrimunur. Alt sæst í senn. Alt bindist saman. Onki kann krógvast burtur. Bæði stórt sum smátt.
***
Og góðu luttakarar á hesi aliráðstevnu:
Alivinnan hevur aftur sett met. Ongantíð hava inntøkurnar verið so stórar sum nú.
Laksurin av føroysku firðunum er hægst mettur í heiminum.
Føroysku alifyritøkurnar hava munandi størri framleidni, enn kappingarneytarnir.
Fiskurin er reinari, smakkar betri, veksur betri og hevur fleiri góð fitievni, enn hjá kappingarneytunum.
Men vandin fyri sjúkum, mistrivnaði og umhvørvisligum bakkøstum lúrir altíð.
Í fleiri ár hava vit stríðst við stórar lúsatrupulleikar. Aftur her kundu vit kanska sagt: Tað smáa á tí stóra, sum kortini veksur seg saman ovurstórt, tá ið lúsin fjølgast og ferðast í okkara stóru streymum kring oyggjarnar. Trupulleikarnir við lúsin eru tíverri ikki bastir enn, tó at stór stig eru tikin til at fáa tamarhald á henni.
Fyritøkurnar hava ment fleiri nýggjar skipanir til at avlúsa, so at árinið á fiskin verður sum minst. Og okkara frálíku granskarar hava fingið til vega nógva nýggja vitan um, hvussu lúsin ferðast.
Ómetaliga dýrabar vitan, sum kann hjálpa okkum, og helst øðrum við, til at fáa enn betri tamarhald á støðuni.
***
Helvtin av útflutningsvirðinum er nú laksur, og gongst sum ætlað, fer hetta virðið at vaksa í langa tíð frameftir.
Hesum ráða tit í alivinnuni fyri.
Vit hava ikki ásett ávísan biomassa í føroysku laksaloyvunum. Og tískil eru heldur ikki avmarkingar fyri, hvussu nógvur laksur kann alast á føroysku firðunum. Men treytin er sjálvsagt, at fyritøkurnar hava stýr á laksalúsini, hava stýr á djóravælferðini og ikki minst, at tit hava stýr á, hvussu náttúran og umhvørvið verður ávirkað av tykkara virksemi.
At vaksa tøkuna krevur optimering og eftiransni á hægsta stigi.
Vit vita øll, at tit duga best at fáa mest burtur úr laksinum.
Alivinnan er tann mest framkomna vinnan, ið vit eiga. Alifyritøkurnar hava fíggjarligu megina til støðugt at fáa betri vitan til vega, og betri og størri útgerð.
Og líka greitt er tað, at fremsta vitanin um vistskipanina, og hvørjar trygdarreglur tørva, til tess at tryggja burðardygga framleiðslu, er hjá avvarðandi myndugleikum: Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Umhvørvisstovuni og Fiskaaling.
Tað er samvirkni millum tykkum, vinnuna, granskingina og myndugleikarnar, sum hevur gjørt, at vit eru millum heimsins fremstu alitjóðir.
Tit eru tættastu samstarvspartar, og betri tit virka saman, og stuðla hvørjum øðrum – við virðing fyri tykkara ymisku leiklutum – tess betri verður úrslitið.
***
Vøkstur í alivinnuni er tí eisini treytaður av, at vit hava eina sterka felags visjón um burðardygd. Henda visjónin má verða tað rimmarfasta støðið undir tykkara samstarvi.
Lívfrøðiliga burðardygg aling er fremsta krav. Uttan diskusjón. Laksurin skal trívast, og tað skulu annar fiskur, skeljadjór, tari og øll onnur lið í vistskipanini eisini.
Og tað má tengjast saman við sosialari og búskaparligari burðardygd.
Búskaparligu burðardygdini beri eg ongan ótta fyri, um lívfrøðiliga burðardygdin er tryggjað.
Sosiala burðardygdin kann hinvegin gerast ein størri avbjóðing.
Tað er framúr gott, at ein vinna kann veksa og gerst so rík og mótstøðufør, sum alivinnan.
Tað er ikki avbjóðingin.
Avbjóðingarnar koma, um vøkstur í einari vinnu, ella nøkrum fáum vinnum, ger ójavnan í samfelagnum ov stóran, og um bygdir og størri øki, verða ov bundin at einstøkum fyritøkum.
Eitt veruliga ríkt samfelag, er eitt samfelag har ið fólk trívast. Har fólk hava ávirkan og ábyrgd.
Eitt samfelag, sum gevur møguleika fyri fjølbroyttum virksemi og fyri, at lokalsamfelagið er burðardygt í øllum liðum.
Tað mugu vit eisini hava í huga, tá ið alifyritøkur seta á stovn virksemi kring um í landinum.
Tað smáa í tí stóra, sum er fortreytin fyri at skapa tað størra.
***
Alivinnan er mest altjóðagjørda vinnan, sum vit eiga. Hetta er bæði galdandi fyri alifyritøkurnar sjálvar, og fyri mongu veitararnar til alivinnuna.
Av tí at Føroyar eru eitt so fjøltáttað samfelag, hava vit førleikarnar at skapa nýtt, at uppfinna og menna, og at framleiða nýggjar loysnir til avbjóðingarnar, og til framtíðar møguleikarnar, í alivinnuni.
Einki av hesum hevði borið til, um ikki vit høvdu handverkarar, verkfrøðingar og verkafólk, við royndum og lærdómi úr øllum møguligum vinnum, og frá nógvum ymsum lærustovnum.
Og tað hevði heldur ikki borið til, um ikki alifyritøkurnar valdu at menna sínar loysnir heima, heldur enn at keypa útlendska vitan og tøkni.
Tað er fjølbroytta vitanin, sum flytir okkum fram á leið. Og tað er fjøltáttaða samfelagið, sum skapar lív og trivnað.
***
Vit, sum búgva í einum so ríkum og reinum sjókova, hava serliga ábyrgd í heiminum. Vit hava ábyrgd av einum ovurstórum tilfeingi, og eiga stóran lut í matveitingartrygdini í heiminum.
Okkara yvirskipaða misjón má nú, og allar tíðir vera, at veita heiminum sunnar og reinar matvørur úr einari burðardyggari vistskipan.
Eg fegnist almikið um, at føroyska alivinnan hevur gjørt fleiri av heimsmálunum hjá ST til síni.
Fleiri av málunum hava vit í Føroyum stóra ávirkan á. Av tí, at vit hava fingið so stóran part av ríkidøminum í havinum í okkara part, so kunnu vit gera nógv størri mun, enn fólkatalið kundi bent á.
Tá ið vit umsita tilfeingið í sjónum burðardygt, so er tað ikki bara vit sum fáa ágóðan. Heimurin fær meira av góðum og sunnum mati frá okkum, og ikki minst, verða vit øðrum til íblástur.
Burðardygd krevur, at vit ikki bara fara eftir løtuvinninginum, men at vit hugsa langskygt. Og at vit hugsa í heildum, heldur enn í smálutum.
Heimsmálini skapa ein felags karm fyri at arbeiða við burðardygd. Tey eru tí ein gáva til heimin, eisini til okkara alivinnu.
Heimsmálini eru ein kappingarparametur, sum er til fyrimuns hjá teimum, sum av fullum huga taka málini til sín, og arbeiða við at gerast meira burðardygg.
Taka vit heimsmálini og burðardygga menning í álvara, ivist eg ikki í, at vit fáa varandi aling í heimsflokki.
***
Sum altíð, hevur Havbúnaðarfelagið sett saman eina spennandi skrá fyri dagin.
Eg fari at takka tykkum fyri, og ynskja øllum ein gevandi dag, við nógvari nýggjari vitan og góðum kjaki.
Har vit helst eisini fara at viðgera tað stóra í tí smáa. Og tað smáa í tí stóra.
Við hesum orðum er Aliráðstevnan 2023 sett.