Í dag varð kunngjørt, hvørji ítróttarfólk fingu lut í Úrvali, sum er stuðulsskipanin hjá ÍSF til seraliga dugnalig ella evnarík ítróttarfólk.
Hetta er sjeyndu ferð, at stuðulin verður latin.
Í ár var upphæddin góðar 1,8 mió. kr. Upphæddin, sum verður latin í úrvalsstuðli í ár, er tann hægsta nakrantíð.
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir tey, sum fáa stuðul í ár:
FBF - flogbóltur, kr. 200.000
- U17 dreingir, kr. 100.000
- U17 gentur, kr. 100.000
FFS - fimleikur, kr. 245.000
- Rani Allanson Dalsgarð, kr. 150.000
- Manslandsliðið í amboðsfimleiki, kr. 95.000
FÍF - frælsur ítróttur, kr. 130.000
- Rebekka Fuglø, kr. 80.000
- Katigentur, kr. 50.000
HSF - hondbóltur, kr. 300.000
- U18 menn
Parasport Føroyar, kr. 150.000
- Hávard Vatnhamar, kr. 150.000
SSF - svimjing, kr. 569.400
- Signhild Joensen, kr. 150.000
- Vár Eidesgaard, kr. 150.000
- Rókur Trygvason, kr. 122.400
- Róland Toftum, kr. 97.000
- Yngri úrvalssvimjarar, kr. 50.000
SST - súkling, kr. 120.000
- Torkil Veyhe, kr. 120.000
TSF - taekwondo, kr. 150.000
- Høgni Kunoy Dávason, kr. 150.000