14.09.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Helst meira vinnulig gransking

Helst meira vinnulig gransking

- Tað er sannlíkt, at vinnugransking fer at viga eitt sindur meiri, enn hon higartil hevur gjørt. Tað sigur Wilhelm E. Petersen, formaður í nýggju Granskingarnevndini.

Nevndin hittist á fyrsta sinni í gjáramorgunin - í hølunum hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum.

Landsstýriskvinnan kunnaði fyrst um arbeiðið hjá tí arbeiðsbólkinum, sum í løtuni endurskoðar granskingarlógina og stuðulsskipanir til gransking, menning og vinnuliga nýskapan. Hon greiddi frá, at endamálið við hesum arbeiðnum er at samskipa alt granskingarøkið í størri mun.

Síðani fundaðist nýggja nevndin, og eftir fundin segði Wilhelm E. Petersen, at fleiri limir í nevndini hava bakgrund í vinnuligari gransking, og tað merktist á prátinum.

-Vit umrøddu millum annað týdningin av at granska meiri í vinnuni. Í altjóða høpi er stórt fokus á hetta økið, tí tað, at vit menna vinnuna, er ein av fortreytunum fyri, at vit eisini kunnu menna samfelagið, segði Wilhelm E. Petersen.

Nýggi formaðurin gjørdi tó greitt, at nevndin eisini umrøddi fleiri onnur sløg av gransking – millum annað innan heilsu og sjúkur.

-Tað føroyska samfelagið er so lítið, so tað er upplagt at granska í serføroyskum fyribrigdum. Sjúku- og heilsugransking hevur fylt nógv seinastu árini, og tað fer tað framhaldandi at gera, tí tey úrslitini, sum føroyska granskingin kann finna fram til á hesum økinum, eru áhugaverd bæði her í Føroyum og úti í heimi, sigur Wilhelm E. Petersen.

Hóast fleiri evni vórðu umrødd, var eingin niðurstøða gjørd, tí endamálið við hesum fyrsta fundinum var, at limirnir skulu heilsa uppá hvønn annan og fáa kunning frá landsstýriskvinnuni og stjóranum í Granskingarráðnum.

Granskingranevndin situr í trý ár í senn. Tveir av limunum sótu eisini í undanfarnu nevnd, og fimm limir eru nýggir. Uppgávan hjá Granskingarnevndini er at ráðgeva landsstýrinum og vinnulívinum, at leiðbeina og ráðgeva granskarum, umframt at umsita granskingargrunnin og taka støðu til granskingarumsóknir.

Í komandi viku hevur nevndin fyrsta regluliga fundin, og tá fer hon eisini at skipa seg.

Myndatekstur:

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Richard Schwartson, Erika Hayfield, Helgi Eidesgaard, Wilhelm E. Petersen, formaður, Durita í Grótinum, Marjun Wilhelm og Rúni Weihe.