Helena Dam á Neystabø nýggjur deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum
Helena Dam á Neystabø tekur við sum deildarstjóri á Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum frá 1. januar 2021 at rokna.
Innanhýsis umleggingar eru gjørdar í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og ein Útbúgvingardeild er skipað, sum hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan útbúgvingar- og granskingarøkið, frá dagstovnum til hægri útbúgvingar og gransking. Sjey fólk eru á Útbúgvingardeildini.
Helena Dam á Neystabø er útbúgvin cand.mag. og hevur masterútbúgving (MPM) í almennari fyrisiting. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari í útbúgvingarverkinum, bæði sum stjóri á Føroya Handilsskúla og stjóri á Skúlabókagrunninum í nógv ár, eins og drúgvar politiskar royndir í Løgtinginum og sum landsstýrisfólk í mentamálum.
Helena Dam á Neystabø kemur framvegis at hava ábyrgdina av verkætlanini við føroyskum sum annaðmál fyri tilflytarar, sum hon hevur arbeitt við, síðani á heysti 2019.
“Tað eru nógvar týdningarmiklar uppgávur fyri framman, tá um útbúgvingarskipan okkara ræður. Eg vóni, at eg kann vera við til at flyta alla skipanina framá. Tí ein góð útbúgvingarskipan er avgerandi fyri alt samfelagið. Eg eri spent uppá uppgávuna”, sigur Helena, sum tekur við starvinum 1. januar 2021.