Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum var í vikuni á odda fyri føroysku sendinevndini til 40. aðalfundin í UNESCO, ST-stovninum fyri útbúgving, gransking, mentan og samskifti, sum í hesum døgum er í Paris.
Á aðalfundinum var landsstýrismaðurin á fundi saman við útbúgvingarmálaráðharrum úr øllum heiminum, har flytføri og inklusjón innan hægri útbúgving vórðu umrødd. Landsstýrismaðurin var eisini á fundi um umsiting av sáttmálanum um verju av siðaarvi, sum Føroyar tóku undir við í 2018. Føroyski dansurin, bátasmíð og siðir í sambandi við føroyskan mat vórðu umrødd sum dømi um siðaarv, ið eru týdningarmikil at føra víðari til komandi ættarlið.
Ein fastur táttur á aðalfundinum er, at heimsins lond halda røðu, har tey greiða frá, hvussu tey arbeiða innan virkisøkini hjá UNESCO, og hvussu tey síggja virksemi hjá UNESCO í framtíðini. Jenis av Rana legði í føroysku røðuni dent á týdningin, ið havumhvørvið hevur fyri Føroyar, og hann vísti eisini á, at føroyska málið og mentanin eru týðandi tættir í at røkka heimsmálununm, sum ST hevur sett sær fyri at røkka í 2030.