Í samband við at Føroya landsbókasavn hevur fingið skaldsøguhandritið "Den yderste tid" í varðveitslu, skipaði savnið í gjár, 23. februar, fyri bókmentatiltakið um lív og verk Willam Heinesens. Á tiltakinum helt Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, røðu um, hvussu handritið kom Landsbókasavninum í hendi.
Landsstýriskvinnan fegnaðist um, at Landsbókasavnið við einum tílíkum almennum tiltaki varpar ljós á handritið, á leiklutin hjá savninum at taka ímóti slíkum tilfari og ikki minst týdningin av, at vit eiga bókmentafrøðingar, sum vilja greiða okkum frá hesum sera áhugaverda parti av bókmentasøguni. Eisini takkkaði hon Peturi Juul Samuelsen, sum upprunaliga var so umhyggin at bjóða upp á handritið á uppboðssølu hjá Bruun Rasmussen í Keypmannahavn og síðani bjóðaði Mentamálaráðnum tað, tí hann helt tað vera rætt, at handritið kom á Landsbókasavnið.
Á tiltakinum vóru eisini framløgur eftir bókmentafrøðingarnar Bergur D. Hansen og Bergur Rønne Moberg. Stanley Samuelsen stóð fyri tí tónleikaliga íkastinum og sang m.a. yrking eftir William Heinesen, sum hann sjálvur hevði sett lag til.
Talan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, er tøk her.
(Myndatakari: Haldur Suni Johansen)