Tann 8. mai 2021 helt Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríks- og mentamálum røðu undir hátíðarhaldi, í samband við, at hølini hjá Listasambandi Føroya í Hoydølum eru tikin í nýtslu.
Góða samkoma, góðu listafólk og LISA!
Góðu tit øll, sum hava verið við til at slóða fyri, at vit nú standa saman her í dag og kunnu hátíðarhalda, at listafólk hava fingið innivist á hesum sermerkta og frálíka staði.
Eg takki fyri høvið at uppliva hesa løtu, nú tað, ið er prentað á pappír, verður útint í verki!
Fyri skjótt einum ári síðan skrivaðu Uttanríkis- og mentamálaráðið og Listafólkasamband Føroya undir sáttmála um at leiga gentukostdeildina, hjallin, garasjuna og skýlið her í Hoydølum, og so var spennandi fyri okkum, hvat fór at henda, hvat fór at spyrjast burturúr. Í dag er sjón fyri søgn, og vit eru nøkur heppin at verða boðin við at uppliva, hvat hendir her á staðnum. Hølini eru tikin í nýtslu, og nakrir bólkar av listafólkum, m.a. tónleikararnir, hava fingið karmar til at skapa sína list.
Herfyri, tá eg var í Hoydølum í øðrum ørindum, var je so heppin at møta Teiti, sum bjóðaði okkum innar í hjallin at síggja, hvussu hann hevði skipað seg. Hann tyktist nøgdur, faktiskt glaður, og tað sama haldi eg okur sóu í sjónvarpinum nøkur kvøld seinni, tá hann og fleiri góvu okum hyggjarunum høvið at koma nærri og síggja, hvat her hendir. Eg eri takksamur í dag, alment at kunna síggja, hvussu karmarnir verða brúktir.
Tað gleðir meg almikið, at partar av mentanini, m.a. tónleikara, hava fingið henda møguleikan. Á hendan hátt kann verða bygt oman á varðan hjá tónleikagreinini, frá tónleikaundirvísíngini í fólkaskúlanum, kvøldskúlanum, musikkskúlanum, tónlistaútbúgvingini á Setrinum o.s.fr. Fleiri av tónleikarunum hava helst traðkað sínar ungdómsskógvar í hesum umhvørvi og hava kanska eisini nomið sær musikkskúlamiðnám. Nú er so møguligt at fáa innivist eftir avtalu við LISA, og tað eru tit fleiri, sum hava notið gott av.
Karmarnir her bjóða ikki bara inn til at skapa, men eisini til at fáa hugskot- og arbeiða saman. Eg ivist ikki í, at hølini og umstøðurnar fara at kveikja mangt samstarv og geva íblástur, tá tónar og tankar ferðast millum fólk og veggir.
Hoydalar eru eitt framúr frítíðarøki, ein sonn perla, halda tey flestu. Tí er tað eisini frálíkt, at tit eru fleiri, sum kunnu fáa gleði av hesum staði. Her skuldu verið bestu umstøður at seta saman orð og tónar, litir og leikir og syngja saman við Himmalsins fríu fuglum millum trøini á hesum vakra bletti.
Tit hava fingið karmarnar, nú kunnu tit skapa listina – og staðið er sum skapt til endamálið.
Uppskotini vóru mong um, hvat Hoydalar skuldu brúkast til, og tit vita, at tað enn er óvist, hvørja lagnu stóri grái grannin hjá tykkum fær, men tað er heilt vist, at hann í tykkum hevur fingið ein góðan og kveikjandi granna. Enn kanna og fundast vit um framtíðina fyri hetta økið, við so mongum møguleikum. Sjálvur meti eg, at tað gongst rætta vegin, og je eri faktiskt sera nøgdur við gongdina seinastu vikurnar. Haldi ikki at langt er á mál, tóat hugtakið tíð verður fatað øðrvísi millum politkarar og embætisfólk, enn millum fólk flest.
Og so farið eg at váða mær at siga, at eg vænti, at í framtíðarloysnini fyri Hoydalar, sum eg í dag hómi hana, fer listarliga og mentanarliga økið at fáa størri rúm enn í dag.
So er tað sagt og okur vóna, at so verður.
Lat meg enda við at ynskja tykkum øllum blíðan byr, Harrans signing og góðan skapanarhug her í “dalinum fagra” - sum eitt av okkara fremstu listafólkum nevndi vakra dalin.
Eg fari at enda við at heiðra minnið um arkitektin og rithøvundin Gunnar Hoydal, sum var við til at seta LISA á stovn, og at lesa úr yrkingini hjá Karsteni Hoydal “Vatnið og ljósið”:
Men sólskinsdagar við grønum bø
bjartir í minni branda,
teir róku burtur úr huganum
deyðaótta og vanda,
tá varð mín dalur eitt paradís,
har ljóst var og lætt at anda.
Takk fyri!