- Vit mugu spyrja fyri at fáa svarini. Hetta hava vit gjørt við hesi kanninigini og úrslitið er, at batar eru at hóma, tá ið happing millum føroyskar fólkaskúlanæmingar umræður, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum í dag fekk handað kanning um happing millum næmingar í fólkaskúlanum.
- Kanningin vísir ein bata í mun til seinastu kanning og tað eri eg ómetaliga glaður um, men samstundis ørkymlar tað meg, at hóast hesar glottar, framvegis eru børn, sum vera útihýst úr felagsskapinum.
Nýggja kanningin staðfestir, at umleið 13% av spurdu næmingunum vera happaðir. Hetta er ein bati á 2% síðani seinastu kanning. Tølini fyri Føroyar eru nøkulunda tey somu, sum í grannalondum okkara.
Kanningin vísir m.a., at dreingir eru meira útsettir fyri happing og happa meira enn gentur, og at happing fer fram allastaðni, men mest í fríkorterum í skúlahøpi. Eisini vísir kanningin, at happing kann raka øll uttan nakra orsøk, hon kann vera bæði sálarlig og kropslig og happing elvir til meira ótta í umhvørvinum. Greiður samanhangur er eisini millum happing og trivnað og fakligu úrtøkuna hjá næminginum, hóast hesin ikki er so eintýðugur.
Skúlin hevur nógv tiltøk, sum hjálpa og tosað verður nógv um happing, men kanningin vísir samstundis, at annað og meira skal til at basa happingini.
Kanningin byggir á nýggjastu granskingina um happing, sum gongur burtur frá at síggja happing sum einstaklingsfyribrigdi. Heldur eigur happing at vera fatað sum sosialt fyribrigdi, har arbeiðast má við umhvørvinum og felagsskapinum fyri at minka um happing, bæði tí sum er í skúlanum og uttan fyri skúlan.
- Eg eri sera fegin um, at tað hevur eydnast at fingið hesa kanning. Fari at taka kanningina í størsta álvara og fari nú beinanvegin at seta arbeiðsbólkin og fylgibólkin saman at arbeiða víðari við teimum átøkum, sum skotið er upp, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Les kanningina her.