Mentanarvirðisløn landsins 2019 verður latin Hanusi G. Johansen við hesi grundgeving:
“Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi.
Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar.
Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið, t.d. yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar.
Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini.
Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen.”