25.03.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Hanna Jensen á móðurmálsdegnum: Fokus á talgilt, føroyskt mál og føroyskt sum fremmandamál

Hanna Jensen á móðurmálsdegnum: Fokus á talgilt, føroyskt mál og føroyskt sum fremmandamál

 Nú 200 ár eru liðin, síðani VU Hammershaimb varð borin í heim, er eyka orsøk at hátíðarhalda móðurmálsdagin.

Nógv verður eisini gjørt burturúr. Í allan dag hava fyrilestrar verið í Kongshøll á Setrinum, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna í Mentamálum, setti dagin.

í setanarrøðu síni segði hon millum annað soleiðis:

"Málið er í støðugari rørslu og menning, og tað er púra natúrligt og gott. Málið mennir seg í mun til samfelagsliga veruleikan, og tað er kanska ein av størstu avbjóðingum okkara í løtuni. Tí heimurin í dag er talgildur, og tað er á tilgildum miðlum, meginparturin av okkum brúka nógva tíð, ikki minst børnini og tey ungu. Her í dag eru mong tykkara, sum síggja og kenna tørvin hjá okkara samfelagi nú á døgum, og sum gera nakað við tað – eins og V.U. Hammershaimb.

Men tørvur er á enn størri savning um føroyska málið beint nú! Hetta peikar eisini beint á heimsmál nr. 11 um burðardygg lokalsamfeløg.

Siga vit talgilding, siga vit eisini samskiftistøkni og máltøkni. Í máltøkniligum broytingartíðum mugu vit ikki undirmeta, hvussu stóran týdning tað hevur áhaldandi at varðveita og menna móðurmálið. Tí liggur tað mær tungt á hjarta at bera so í bandi, at føroyskt eisini fær innivist á brúkaramótum í samskiftistøknini, og at meiri orka verður til nógva neyðuga tøkniliga fótarbeiðið fyri føroyskt í talgilda samfelagnum. Hetta krevur eitt stórt tak, men tað má takast, vilja vit okkara móðurmáli væl og harvið eisini okkara mentan og samleika.

Eg taki undir við forkvinnuni í Málráðnum, Sólvá Jónsdóttir, ið sigur, at vit nú sløk 200 ár eftir tíð Hammershaimbs aftur eru á einum vegamóti. Á døgum hansara var alneyðugt at fylgja við hinum málunum og fáa skriftmál fyri at yvirliva. Í dag er tað máltøknin, sum er so umráðandi. Fær føroyskt ikki betri fótafesti á máltøkniliga pallinum, er tí ikki lív lagað.

(..)

Og so vil eg nevna hina stóru málsligu avbjóðingina, sum til dømis ein annar av okkara málfrøðingum, nýggi professarin Hjalmar P. Petersen, áhaldandi minnir okkum á: at læra tilflytararnar okkara mál skjótari og betri, at menna føroyskt sum annað mál, bæði sum skipan, við at útbúgva undirvísarar, við at gera neyðuga tilfarið til at røkja hesa uppgávu við meira. Eisini her skal meira orka til og ferð á. Hjá okkum í politisku skipanini áliggur tað ikki minst at beina meira fíggjarorku inn í hesi starvsøki.


Les alla røðuna her