Handar mentanarvirðislønir og vitjar skúlar og stovnar í Sandoynni
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, vitjar í Sandoynni hósdagin 15. januar. Frá morgunstundini verður vitjað í skúlum og stovnum í oynni, og um kvøldið handar landsstýrismaðurin mentanarvirðislønir landsins í Deplinum í Skálavík.
Handanin av mentanarvirðislønum landsins er ein hátíðarlig og hugnalig løta, har høvi verður at hoyra tónleik og kvøður til teirra, ið fáa virðislønirnar. Hvørji tey eru, verður avdúkað á tiltakinum. Tiltakið, sum er ókeypis, byrjar kl. 19.00, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Vitjanin hjá landsstýrismanninum byrjar í Skopunar Skúla, har landsstýrismaðurin kemur á tal við skúlaleiðsluna og verður vístur runt í skúlanum. Síðan verður vitjað í Meginskúlanum, í Sands Skúla og í Listasavninum á Sandi, áðrenn farið verður í Skálavíkar Skúla.
“Nú mentanarvirðislønirnar verða handaðar í Deplinum í Skálavík, eri eg glaður fyri at nýta høvi til at vitja í skúlunum í oynni”, sigur Bjørn Kalsø.
Í Skálavík tekur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, ímóti landsstýrismanninum.