Mikukvøldið 24. januar 2018 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa árligu virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2017.
Virðislønirnar fyri 2017 eru tríggjar í tali:
- Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.
- Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki undir 30 ár, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar.
Í ár verður tað á almennari samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 24. januar 2018, og øll eru vælkomin.
Tey, ið áður hava fingið virðislønir, eru hesi:
Mentanarvirðisløn Landsins
1998: Regin Dahl
1999: Jens Pauli Heinesen
2000: Ingálvur av Reyni
2001: Eyðun Johannessen
2002: Gunnar Hoydal
2003: Hanus Kamban
2004: - eingin virðisløn latin
2005: Tita Vinther
2006: Zacharias Heinesen
2007: - eingin virðisløn latin
2008: Ebba Hentze
2009: Kári P.
2010: Sunleif Rasmussen
2011: Jóanes Nielsen
2012: Tóroddur Poulsen
2013: Tróndur Patursson
2014: Torbjørn Olsen
2015: Annika Hoydal
2016: Rúni Brattaberg
Heiðursgáva Landsins
2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
2002: Axel Torgarð
2003: Ólavur Hátún
2004: - eingin heiðursgáva latin
2005: Emil Juul Thomsen
2006: Jógvan Isaksen
2007: - eingin heiðursgáva latin
2008: Martin Tórgarð
2009: Laura Joensen
2010: Jonhard Mikkelsen
2011: Kristian Blak
2012: Marianne Clausen
2013: Árni Dahl
2014: Tey av Kamarinum
2015: Palli Gregoriussen
2016: Steinprent
Aðrar virðislønir
Málrøktarvirðisløn Landsins
2010: Jóhan Hendrik Winther Poulsen
Serstøk virðisløn
2006: Jón Hilmar Magnússon
2001: Ebba Hentze
Virðisløn til ungt listafólk
2011: Sakaris Stórá, filmslistamaður
2012: Silja Strøm, myndlistakvinna
2013: Trygvi Danielsen, yrkjari
2014: Mattias Kapnas, tónleikari
2015: Andrias Høgenni, filmslistamaður
2016: Anna Malan Jógvansdóttir, yrkjari