Hálvdagsseminar um vaksnamannalæring og førleikamenning í Føroyum
Røða hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni, tá hann setti hálvdagsseminar um vaksnamannalæring og førleikamenning í Føroyum á Hotel Hafnia í dag. NVL (Norðurlendskt Netverk fyri Vaksnamannalæring) og Yrkisdepilin skipaðu fyri hesum seminari, hvørs endamál er at varpa ljós á møguleikar og kunna um umstøður hjá ófaklærdum í Føroyum at taka eina útbúgving ella verða førleikament, umframt at geva eina støðumynd av, hvar vit eru stødd í vaksnamannaútbúgvingarhøpi.
Góðan morgun øll somul
Fyri nøkrum mánaðum síðani legði Búskaparráðið fram frágreiðing, sum setti orð og tøl á stóru avbjóðingina, sum stendur fyri framman at tryggja, at vit hava nóg nógv skikkað starvsfólk til nógvu og fjølbroyttu størvini, eitt nú á heilsu- og trivnaðarøkinum.
Somuleiðis lýsti frágreiðingin tørvin á arbeiðsmegi við hollum fakligum førleikum innan onnur yrki bæði á sjógvi og á landi– m.a. innan byggivinnuna.
Ikki tí at vit ikki vistu um hesa avbjóðing – men tað er neyðugt og rætt, at vit hava hagtøl, sum staðfesta tað, sum vit øll hava varhugan av og tosa um.
Vit mugu seta inn á fleiri mótum fyri at møta avbjóðingini. Og tað havi eg, sum landstýrismaður í útbúgvingarmálum, leingi lagt lunnar undir, við m.a á komandi fíggjarlóg at raðfesta útbúgving av fleiri starvsfólkum til økini hægri.
Á eldraumsorganarøkinum er stórur tørvur á dugnaligum fólki. Har eru longu nógv starvsfólk, sum hvønn dag spenna seg út, fyri at linna um og geva okkara eldru borgarum ein góðan gerandisdag.
Men hendurnar eru ov fáar. Tí fara vit at geva teimum, sum hava lagt rygg til at byggja eldraumsorganina upp, og sum hava arbeitt innan yrkið í fleiri ár, høvi og rætt til at førleikamenna seg. Hetta inniber at fáa teir førleikar, sum eru mentir yvir eitt langt arbeiðslív, mettar – eisini so at starvstreytir og løn kunnu fylgja við tíðini.
Endamálið er at tryggja, at drúgvar arbeiðsroyndir og royndir verða viðurkendar í einari føreikagevandi útbúgvingarskipan.
Tílík skipan tænir bæði tí einstaka starvsfólkinum, brúkarunum og allari samfelagsskipan okkara. Samlaði førleikin innan starvsøkini verður mentur, umframt at vit skapa størri virðing og áhuga fyri ymisku starvsøkjunum.
Við støði í lógini um førleikameting frá 2014 og kunngerðini frá 2018 ber til hjá vaksnum, sum ynskja sær prógv innan yrkið tey arbeiða í, at verða førleikamett, og á tann hátt fáa stytt um útbúgvingartíðina. Skjøtul er settur á, men vit fara at skunda undir ferðina.
Vegleiðarastovan er sett á stovn at stuðla undir tilgongdina, og útbúgvingarstovnarnir streingja á at gerast dugnaligari at førleikameta. Vit eiga øll at samstarva og verða við í tilgongdini at skipa økið, bæði Yrkisdepilin, Uttanríkis- og mentamálaráðið, partarnir á arbeiðsmarknaðinum, útbúgvingarverkið og aðrir viðkomandi myndugleikar á økinum.
Í hesum sambandi rann fram fyri meg eitt hugtakið um, at tann, sum heldur, at hann er liðugt útbúgvin, er kanska meira liðugur enn útbúgvin.
Sum samfelag skulu vit geva øllum ein møguleika at leggja afturat sínum førleikum, so vit í felag verða betri til at lyfta tær uppgávur, sum samfelagið til eina og hvørja tíð hevur tørv á.
Tá ið dagurin er av, hava vit uttan iva fingið innlit í hópin av møguleikum, sum kunnu hjálpa okkum at fáa ferð á førleikameting, førleikamenning og vaksnamannalæru.
Takk fyri.