Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevur heitt á arbeiðsbólkin, sum fyrr í vár handaði henni arbeiðsskjalið »Strategisk menningarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya«, um at halda á við fyrireikandi arbeiðinum til at fáa Fróðskaparsetri Føroya eitt felags, savnað kampusøki.
Av tí, at Løgtingið fór í summarfrí, bar ikki til at útvega eykajáttan, so at Setrið kundi seta ein samskipara av arbeiðinum alt fyri eitt, men við hesi áheitanini á arbeiðsbólkin ynskir landsstýriskvinnan at tryggja, at arbeiðið kortini heldur fram.
- Tað er alneyðugt at halda fram við arbeiðinum at fyrireika kampus til Fróðskaparsetur Føroya og gera klárt til fyrsta byggistig. Tað sømir seg fyri eina tjóð, sum leggur dent á læring, útbúgving og gransking, at hýsa Setrinum væl. Eisini er neyðugt at hugsa viðkomandi partar væl inn í slíka stóra verkætlan í okkara høvuðsstaði, sigur Hanna Jensen.
Landsstýriskvinnan hevur heitt á arbeiðsbólkin um at lýsa innihaldið í tilmælinum frá 13. februar 2019 neyvari og um gjøllari at umrøða markamót við grannastovnar, umframt í hvønn mun hesir kunnu gerast ein partur av eini framtíðar kampusverkætlan. Í hesum sambandi eigur eisini at verða hugsað um “grannastovnar” í víðari týdningi, enn teir sum í dag húsast á Debesartrøð/Frælsinum.
Hartil skal arbeiðsbólkurin arbeiða fram ímóti teirri yvirlýsingini, sum landsstýriskvinnan og borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, gjørdu í vár. Har stóð millum annað, at byggiskrá til fyrsta byggistig skal fáast til vega skjótast gjørligt, at ætlan skal leggjast fyri møguligum lestraríbúðum á økinum og at Havnin skal mennast sum altjóða universitets- og granskingarbýur.