Umstøðurnar at lesa í Føroyum gerast nú enn betur. Ætlanin er at hækka studningin fyri hægri lestur við 500 kr. mánaðarliga, at geva einsamøllum forsyrgjarum 12. mánaðin og at hækka barnastudningin upp í 1000 kr. mánaðarliga fyri hvørt barnið. Landsstýriskvinnan í mentamálum, hevur sent uppskot um hægri lestrarstuðul til hoyringar, so tað kann verða lagt fyri tingið á ólavsøku.
- Skulu vit standa okkum í kappingini um ungdómin, mugu vit hava líka góð tilboð sum tey, sum vit kappast við, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
Samgongan hevur sett sær fyri at bøta munandi um umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum. Hetta verður eitt nú gjørt við at seta fleiri útbúgvingar á stovn, við at byggja bíligar lestrarbústaðir, og við at bøta um fíggjarligu korini hjá teimum lesandi.
Umframt at skjóta upp at hækka lestrarstuðulin við 500 kr. um mánaðin fyri tey, sum lesa hægri lestur, og at hækka barnastudningin eitt vet, er ætlanin, at tey, sum eru einsamøll við børnum, skulu fáa studning og onnur ískoyti í juli mánað eisini, tá lesandi annars ikki fáa studning.
- Í fyrstu atløgu hava vit valt einsamallar forsyrgjarar, so hesi lættari kunnu halda frí saman við børnunum í feriuni. Alternativið er, at tey mugu arbeiða alt summarið fyri at rinda tær føstu útreiðslurnar, sum barnafamiljur hava hvønn mánað. Tað er stak óheppið, serliga fyri børnini, um foreldrið ongantíð hevur tíð at halda frí, sigur Rigmor Dam. Uppá sikt er ætlanin, at øll á hægri lestri skulu fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar.
Landsstýriskvinnan sigur, at ætlanin er at hækka játtanina til lestrarstuðul við áleið 6 mió. kr. árliga komandi trý árini.
6 mió. kr. verða raðfestar í fíggjarkørmunum fyri 2017 og verða býttar soleiðis, at 5 mió. kr. fara til at hækka lestrarstuðulin til hægri lesnað við 500 kr. mánaðarliga, ein hálv millión fer til 12. mánaðin fyri einsamallar forsyrgjarar, og tann síðsta hálva milliónin fer til barnastudningin, ið verður hækkaðu úr 966 kr. upp í 1.000 kr. mánaðarliga fyri hvørt barnið.
- Vit mugu gera okkum greitt, at tað kostar, um vit vilja hava tey ungu at velja Føroyar, tað kostar at venda skeiklaðu aldurssamansetingini, ja, vit hava snøgt sagt ikki ráð at lata vera, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.