Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett bólk at eftirmeta gymnasialu breytaskipanina.
Eftir drúgt reformarbeiði var nýggj skipan fyri alt tað gymnasiala miðnámið sett í verk í 2013 við nýggjum kunngerðum og nýggjum námsætlanum. Í samgonguskjalinum frá 14. September 2015 er ásett, at nýskipaða miðnámsøkið frá 2013 skal vera eftirmett, og landsstýriskvinnan hevur nú sett ein endurskoðanarbólk við fólki frá Mentamálaráðnum, Próvstovuni, skúlaleiðslum, lærararáðnum, Yrkisfelagnum Miðnámi umframt eitt álitisfólk.
Bólkurin hevði sín fyrsta fund 13. februar í ár, og 10 fundir eru settir á skrá fram til í oktober í ár. Talan er um eina endurskoðan og ikki ein reform. Tað vil siga, at grundstruktururin við einari skipan, breytaskipan, valskipan, próvtøkuskipan og námsætlanum skal varðveitast, men bólkurin skal kanna, hvat virkar á teimum trimum økjunum – bygnaðinum, lærugreinunum og próvtøkunum – og hvat kundi virka betri.
Í bólkinum sita: Sámal í Skorini, fyri MMR (formaður), Helga Foldbo fyri Próvstovuna, Bogi Bech Jensen fyri leiðsluna í Glasir, Páll Isholm fyri leiðsluna í Miðnámi á Kambsdali, Kári Jespersen fyri Yrkisfelagið Miðnám, Hanna Ziskason fyri leiðsluna á Tøknibreytini, Eyðun Leo fyri leiðsluna á Tilfeingisbreytini, Barbara Vest fyri Lærararáðið í Suðuroy, Súsan K. Gregoriussen fyri Lærararáðið í Handilsskúlanum, Sámal Matras Kristiansen fyri Lærararáðið í Hoydølum, Kristinbjørg Høgnesen fyri Lærararáðið í Vestmanna, Bergmann Finnsson fyri Lærararáðið á Kambdsdali, Gunnhild Dahl Niclassen fyri Lærararáðið í Klaksvík og Nikolina Olsen, álitisfólk.
1. oktober skal bólkurin handa eitt hugskotskatalog við møguligum justeringum til landsstýriskvinnuna at taka støðu til.
MYNDIN: Felagsmynd av pisum í Hoydølum í 2015.