11.09.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

GREIN HJÁ LANDSSTÝRISMANNINUM - "KOMMUNUSAMSKIPANIN RENNUR UNDAN Í ÍSKOYTISÚTBÚGVINGARMÁLI"

Kommunusamskipanin rennur undan, nú bólturin verður spældur í Mentamálaráðið í spurninginum um, hvør skal gjalda ískoytisútbúgvingina, sum stendur námsfrøðingum, sum starvast hjá kommununum, í boði á Setrinum

Mentamálaráðið hevur í mong ár útbúgvið námsfrøðingar og lærarar, uttan at tey lesandi hava goldið fyri tað. Tann skipanin er framvegis galdandi.

Ískoytis- og eftirútbúgvingarpolitikkurin greiður
Tá um ískoytis- og eftirútbúgvingar ræður, og spurningurin um, hvør skal gjalda, er politikkurin greiður.

Tá gjalda annaðhvørt tey lesandi sjálvi ella arbeiðsgevarin.

Ískoytisútbúgvingin, ið verður boðin út á Setrinum í summar, har námsfrøðingar og lærarar fáa møguleika at uppstiga teirra útbúgving á bachelorstig, er einki undantak í so máta.

Talan er ikki um kravda útbúgving, sum er treyt fyri at fáa starv ella fyri at vera verandi í starvi. Tað er tí fult og heilt upp til arbeiðsgevaran og tey lesandi sjálvi at meta um, hvørt útbúgvingin er viðkomandi, ella ikki.

Mentamálaráðið, sum er arbeiðsgevari hjá m.a. lærarum í fólkaskúlanum, er av teirri áskoðan, at skúlin kann fáa væl burturúr, at lærarar taka ískoytisútbúgvingina. Avgerð er tí tikin um, at ískoytisútbúgvingin verður goldin fyri avmarkað tal av lærarum. Peningur er játtaður á fíggjarlógini til endamálið.

Eingin munur á námsfrøðingum og lærarum
Ynskja námsfrøðingar har Mentamálaráðið er arbeiðsgevari at ískoytis- ella eftirútbúgva seg, verður tann spurningurin eisini viðgjørdur á avvarðandi stovni ella í ráðnum, alt eftir bygnaðarligu støðuni.

Tað er tí skeivt, tá ført verður fram, at munur verður gjørdur á námsfrøðingum og lærarum. Spurningurin er hinvegin um, hvørjar ískoytis- og eftirútbúgvingar arbeiðsgevarin ynskir at bjóða sínum starvsfólki, og hvussu stóran part av starvsfólkahópinum ynski er um at ískoytis- ella eftirútbúgva.

Kommunurnar eiga at gjalda sjálvar
Mentamálaráðið hevur onga heimild at gjalda fyri ískoytis- og eftirútbúgvingar hjá starvsfólki, sum starvast undir øðrum arbeiðsgevara. Í hesum føri hjá kommununum.

Kommunurnar eiga tí sjálvar at gjalda ískoytisútbúgvingina, um tær meta, at útbúgvingin er viðkomandi, og at námsfrøðingar kunnu lyfta t.d. dagstovnaøkið við at taka av tilboðnum.
Eindarkostnaðurin er hin sami fyri námsfrøðingar og lærarar, tí er samlaði kostnaðurin tengdur at talinum av lesandi.

Um Kommunusamskipan Føroya hinvegin ynskir at mæla kommununum frá at gjalda fyri ískoytisútbúgvingar, so eigur felagsskapurin eisini at tora at standa við tað.

Tað hevur týdning, at Kommunusamskipan Føroya setur í kortið greiðan politikk á kommunala ískoytis- og eftirútbúgvingarøkinum, heldur enn at renna undan ábyrgd við av órøttum at spæla bóltin í Mentamálaráðið.

Neyðugt við støðugari menning á dagstovnaøkinum
Dagstovnaøkið er nógv ment, síðan tað varð latið kommununum at fyrisita, ikki minst, um hugsað verður um talið av ansingarplássum og fysisku karmarnar. Men harfyri er neyvan sagt, at økið ikki javnt og samt eigur at verða ment enn meira, - ikki minst innihaldsliga.

Ein greiður kommunalur ískoytis- og eftirútbúgvingarpolitikkur eigur at verða sjálvsagdur partur av hesi neyðugi menning, sum fakfeløg og starvsfólk á økinum eisini javnan eftirlýsa.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður