Fólkaskúlagrunnurin er ein sjálvsognargrunnur, ið skal veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Grunnurin skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum.
Grunnurin kann lata upp til 75% í stuðli av tí virðisøking, sum stendst av rentutilskriving, vinningsbýti o.tíl. í undanfarna tvey ára skeiði. Stuðulin verður latin eftir umsókn.
Samsvarandi galdandi viðtøkum fyri grunnin hevur stýrið fyri grunnin gjørt av, at 89.000 kr. íalt kunnu játtast sum granskingarstyrkur til eina ella fleiri verkætlanir, sum eru:
• námsliga kveikjandi fyri undirvísingina í fólkaskúlanum
• námsliga mennandi fyri fólkaskúlan
Stýrið avger, hvørjar verkætlanir verða stuðlaðar, og hvussu stórar stuðulsupphæddirnar verða.
Tey, sum eru áhugað í hesum, kunnu søkja granskingarstyrk samsvarandi omanfyri nevndu ætlanum.
Umsókn saman við nágreiniligari verkætlan skal innan 8. juli 2014 verða send til
Fólkaskúlagrunnin
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegi 72
FO-100 Tórshavn