Upplegg hjá landsstýriskvinnuni Helenu Dam á Neystabø í sambandi við kjakfund hjá Granskingarráðnum um Granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur í Norðurlandahúsinum tann 22. september 2011.
Týdning at hava ein granskingarpolitikk
- frøist um tann fyrsta føroyska yvirskipaða granskingarpolitikkin Vitan & Vøkstur galdandi fyri tíðarskeiðið 2011-2015 - í januar 2011 samtyktur av Vísindaráðnum
- granskingin gjørd ítøkilig, sjónlig og viðkomandi
- gevur møguleika fyri at arbeiða víðari og gera breiðar politiskar semjur um eina realistiska arbeiðsætlan, so at politikkurin verður verksettur
- velja 5-10 vakstrar- og granskingarøki, vit eiga at satsa uppá næstu fimm árini, har vit miðvíst leggja okkara orku, til tess at fáa størstu ávirkan og úrslit, samfelagnum at gagni
- arbeiðsætlan gerast fyri, hvussu vit fremja granskingarpolitikkin í verki
- nýggj Granskingarnevnd sett fyri tíðarskeiðið 2011 til 2014
- ein av fyrstu uppgávunum hjá Granskingarnevndini verður at ráðgeva í mun til at velja granskingarøki og orða eina arbeiðsætlan, har yvirskipaði granskingarpolitikkurin verður settur í verk.
Neyðugt at bæði tær fíggjarligu, útbúgvingarligu og sosialu umstøðurnar í Føroyum eru góðar at granska í:
- umráðandi at okkara universitet, Fróðskaparsetur Føroya, er lokomotivið í føroyskari gransking
- eisini ásett í tí fyrsta vísindapolitikkinum
- gransking og tilhoyrandi hægri útbúgving skal vera við til at menna vitanarframleiðslu í Føroyum
- einasta gongda leiðin, um Føroyar skulu standa seg í kappingini við onnur vitanarsamfeløg og um vit aftur skulu fáa veruligan búksaparvøkstur.
- sambært OECD eru gransking, menning og innovasjón við til at betra um kappingarførið og framleidnið (produktivitetin) hjá vinnuni og harvið eisini livistøðið í einum landi
- lond, sum hava fylgt miðvísari innovasjónsstrategi, hava hækkað livistøðið
- drívmegin til innovasjón eru tey hugskot, ið stinga seg upp í netverkum millum privatar fyritøkur og almennar stovnar, har fólk við m.a. náttúruvísindaligari bakgrund og tøknifrøðiligum førleika á høgum støði starvast
Granskingarsetur
- arbeitt verður við at stovnseta eina granskarapark ella granskingarsetur í Føroyum
- biotøkniliga granskingin í Føroyum, harundir gransking í mannaílegum, er eitt av teimum økjum, ið hava vakstrarpotentiali
- umráðandi at matvøruvinnan skal stíga fram sum ein marknaðartillagað, umhvørvisgóð og lønandi vinna
- havi heitt á Fróðskaparsetur Føroya um at skipa fyri eini bachelorútbúgving í matfrøði, sum skal geva teimum lesandi eitt gott innlit tað lívevnafrøðiliga í sambandi við mat, matframleiðslu, management og heilsufrøðilig krøv til mat
Neyðugt at føroyingar (bæði lærd og leik) vísa granskingini áhuga, nú møguleiki eisini er at søkja ES-granskingarpengar
- Okkara fyrsti granskingarsáttmáli við ES varð undirskrivaður í juni 2010
- semjan um at fara upp í ES-granskingarsamstarvið FP7 eitt stórt frambrot
- ein risastórur møguleiki fyri frambrotum innan føroyska gransking og fyri framburði og nýhugsan yvirhøvur
- síðani granskingaravtalan við ES varð gjørd, hava 5 av teimum 10 umsóknunum, sum eru sendar higartil, fingið stuðul
- higartil eru játtaðar 5,1 mió kr. frá FP7 til føroyskar umsóknir
- meiri enn so eru kappingarfør, bæði innan havfrøði, náttúrufrøði, málfrøði og aðra gransking
- serliga granskingarstovnarnir og onkrar vinnufyritøkur, sum skulu brúka avtaluna um FP7
- fyri at tað skal bera teimum til at gagnnýta avtaluna til fulnar er neyðugt at tryggja stovnunum rásarúm til at luttaka í altjóða granskingarverkætlanum, m.a. við atgongd til at søkja heimliga fígging
- umráðandi, at tilknýtið millum vinnulívið og Fróðskaparsetrið verður styrkt, og at vinnulívið í Føroyum í framtíðini fær virknari lut í menningini av teimum hægru útbúgvingunum
- vinnulívið skal kenna ognarskap í hægri lestri og gransking og er við til at seta út í kortið, hvønn veg vit sum samfelag eiga at fara.
Menningin av Fróðskaparsetrinum skal halda fram
- Útbúgving og gransking er raðfest øki hjá samgonguni
- ongantíð hava so nógv fulltíðarlesandi verið knýtt at Fróðskaparsetri Føroya sum nú, og talið av heiltíðarlesandi er hækka støðugt síðstu árini
- arbeiða miðvíst við at at breiðka og fjøltátta útboðið av hægri útbúgvingum í Føroyum og skapa betri granskingarumstøður. Langtíðarmálið er, at fleiri ung fara at taka útbúgving ella partar av útbúgvingini í Føroyum, so Fróðskaparsetrið verður eitt portur til víðari lestur
- verður arbeitt við at broyta lógina um Fróðskaparsetrið, har m.a. verður ásett, at Fróðskaparsetrið í framtíðini eins og í grannalondum í størri mun skal virka í samspæli og samstarvi við vinnulívið og samfelagið sum heild, soleiðis at tann vitan, sum verður framleidd á Fróðskaparsetrinum, kemur øllum pørtum av føroyska samfelagnum til góðar.
- Stýrið fyri Fróðskaparsetrið sett Sigurð í Jákupsstovu í starv sum rektara
- fegnist um, at vit hava funnið og fingið ein so vælútbúnan og væl skikkaðan mann í starvið, sum kennir vinnuna bæði frá síni útbúgving og starvsligu royndum og tí er væl skikkaður at fáa í lag ítøkiligt samstarv við vinnuna.
- vóni, at tann “vitan og vøkstur”, sum nú er lagdur fyri dagin, fer at verða øllum tí føroyska samfelagnum at gagni.