“Munagóð stig skulu takast fyri at skapa spennandi lestrarumhvørvi og góðar bústaðarmøguleikar til tey ungu”, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Í desember 2015 setti landstýriskvinnan arbeiðsbólk at fyrireika framtíðarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya. Týsdagin 28. juni 2016 varð frágreiðing handað henni. Frágreiðingin lýsir í stuttum bygnað og virksemi á Fróðskaparsetrinum, og hvussu framtíðar granskingar- og útbúgvingarumhvørvið eigur at mennast.
Fróðskaparsetrið bjóðar í dag út 13 bachelorútbúgvingar, 6 masterútbúgvingar og 5 hjánámsútbúgvingar, og fleiri nýggjar útbúgvingar eru undir fyrireiking. Fróðskaparsetrið hevur umleið 7.800 fermetrar til 810 lesandi og 130 starvsfólk, ið samanlagt geva umleið 8,3 fermetrar til hvønn. Hetta talið er lutfalsliga lágt samanborið við onnur universitet, og stórur tørvur er á undirvísingarhølum og skrivstovuhølum. Fróðskaparsetrið hevur virksemi á 10 ymiskum bústøðum, og at kalla ongi felagsøki eru til lesandi og starvsfólk.
At skapa eitt sterkt og kappingarført granskingar- og útbúgvingarumhvørvi er neyðugt at savna gransking og hægri útbúgving á sama stað, har lesandi og starvsfólk kunnu gera gagn av samstarvi og felags hentleikum. Setursøkið eigur at verða ein merkisstaður við stórari atdráttarmegi, eitt savnandi umhvørvi, ið dregur býin, samfelag og vinnulív til sín, verður m.a. sagt í frágreiðingini, sum kann takast niður her.