10.03.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Grannakaffi í Mentamalaráðnum

Grannakaffi í Mentamalaráðnum

Skipað var fyri grannakaffi fyri innbodnum í Mentamálaráðnum í dag, og luttóku starvsfólk í Mentamálaráðnum, Námi, Yrkisdeplinum  og Próvstovuni.

Óli Jákup Joensen, starvsfólk á Próvstovuni, hugleiddi um, hvussu tað er at liva við krabbameini.

Síðani var brunch á skránni, har starvsfólk hvør sær høvdu gjørt okkurt etandi til høvið.

Ein bússa stóð frammi, sum fólk kundu leggja pening í, sum fer til Krabbameinsfelagið. Starvsfólk møttu fjølment og høvdu eina sera hugnaliga løtu saman.