Glasir er tað øvugta Bábelstornið - Røða fyri krúnprinsinum á Glasi 23.08.2018
Á vitjan síni í Havn hósdagin 23.08.2018 var Fredrik Krúnprinsur eisini og vitjaði á Glasi. Við sær hevði hann elsta sonin, Christian prins. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, og Bogi Bech Jensen, rektari, vístu runt á stásilgia skúlanum, og eitt vælmannað lið av journalistum og fotografum fylgdi aftaná teimum. Skúlin var hartil fullur av bæði næmingum og lærarum, tí vitjanin var mitt í skúlatíð.
Krúnprinsurin var fyrikomandi og forvitin - og ómetaliga bergtikin av skúlanum. Og næmingarnir tóktust eisini bergtiknir av komandi konginum, tí lógvabrestirnir rungaðu fyri Hansara Kongaligu Hátign, tá vitjanin var um at vera liðug, og fylgið var á veg avstað aftur.
- Tað var ein bygningur - Bábelstornið - sum á sinni gjørdi, at fólk fóru at tosa ymisk tungumál og ikki longur skiltu hvørannan. Men nú royna vit við hesum bygninginum - Glasi - at fara øvugtan veg aftur. Við Glasi royna vit at fáa ymsu fakbólkarnar og ymsu næmingarnar at tosa saman og skilja hvørannan, segði Rigmor Dam millum annað í røðuni, sum hon heklt fyri krúnprinsinum á Glasi.
Øll røðan kann lesast her