Navnið er úr norrønu gudalæruni um træið Glasir, sum stóð í eini lund uttan fyri Valhøll. Hetta træ segðist at vera vakrasta træið millum gudar og menn, og bløðini skygdu reyðgult sum gull. Eins og gjøgnum Marknagil rennur ein á við Glasir.
“Navnið Glasir er jaligt. Tað vísir okkurt blankt, gylt, skyggjandi, fínt og reflekterandi. Glasir skal búna og útbúgva okkara ungu. Tey skulu kenna røturnar og reflektera og skína.” Soleiðis segði, Bogi Bech Jensen, rektari, millum annað, tá hann kunnaði um valið av navni á kunningarfundinum í dag.
Uppskotið til navnið kom á eini hugskotsverkstovu, sum var hildin fyri starvsfólki á Føroya Handilsskúla, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði og Tekniska Skúla í Tórshavn.
Samanleggingartilgongdin gongur væl og væntandi flytur alt virksemið á Glasi í nýggju hølini við Marknagil á sumri 2017.
Orðingar, tá við nýta orðið Glasir í skúlahøpi.