29.08.2017 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Fyrsti skúladagur í Námsfrøðiligari leiðsluútbúgving

Fyrsti skúladagur í Námsfrøðiligari leiðsluútbúgving

Fríggjadagin fór fyrsta føroyska skúlaleiðaraútúgvingin av bakkastokki.

Skúlaleiðarar - og onnur starvsfólk við áhuga fyri leiðsluábyrgd - úr øllum landinum fóru tá undir útbúgvingina.

Setrið og Glasir - Hægri Nám standa fyri útbúgvingini í tøttum samstarvi við Hanus Joensen, sum er settur sum toghaldari av útbúgvingini á Mentamálaráðnum.

Her eru nakrar myndir frá søguligu løtuni úti á Frælsinum seinnapartin, tá fyrsta føroyska skúlaleiðaraútbúgvingin byrjaði.

Anna Katrin Matras hevur tikið myndirnar.