09.01.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Fyrsti fundur í nývalda kringvarpsstýrinum

Fyrsti fundur í nývalda kringvarpsstýrinum

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hitti 8. januar 2015 stýrið fyri Kringvarp Føroya, sum júst er valt av nýggjum. Á fundinum vísti landsstýrismaðurin á stóru ábyrgdina stýrið hevur sum ovasta leiðsla fyri týdningarmikla stovn okkara, Kringvarp Føroya. Ein av fyrstu uppgávum stýrisins verður í felag við landsstýrismannin at gera uppskotið til nýggjan public service-sáttmála klárt til undirskrivingar. Rúni Heinesen heldur fram sum formaður og Hjalmar Hansen sum næstformaður.

undefined

Kringvarpsstýrið við varðalimum.