02.07.2013 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

FYRSTA SKOTIÐ FYRI MARKNAGILSDEPLINUM

FYRSTA SKOTIÐ FYRI MARKNAGILSDEPLINUM

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, trýsti tann 2. juli 2013 á knøttin, sum lat fyrsta skotið av fyri skúladeplinum í Marknagili.

Tað gongur skjótt at grava oman av og bora fyri spreinginunum, so um stutta tíð fer økið at verða byggibúgvið. Tað er J&K Petersen, sum stendur fyri hesum arbeiðnum sum undirveitari til TG-Verk, sum hevur hesa arbeiðstøkuna í verkætlanini.

Frá Landsverk verður upplýst, at arbeiðið gongur sum tað skal. Um júst 3 ár fer nýggi bygningurin eftir ætlan at standa klárur at flyta inn í, soleiðis at allir miðnámsskúlarnir í Havnini verða savnaðir í Skúladeplinum í Marknagili, tá ið skúlaárið byrjar i august 2016.


Á myndini frá vinstru: Hans Vilhelm Lützen, spreingimeistari, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Steinálvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk