Nettrygdarætlanin fevnir um átta strategisk mál og inniheldur 20 ítøkilig átøk, sum skulu setast í verk árini 2024-2026.
Nettrygdarætlanin kann takast niður her
Hví tørvar okkum eina nettrygdarætlan?
Føroyar eru millum mest framkomnu lond í heiminum. Ein høvuðsorsøk er, at okkara høga vælferð, virkisfýsna vinna og vanligi gerandisdagur eru óloysiliga tongd at talgildum loysnum. Loysnum, sum fevna um allar geirar og ávirka stórt sum smátt, dag sum nátt.
Talgildar skipanir, ið mangan virka sum grundleggjandi undirstøðukervi í dagsins samfelagi, eru í áhaldandi vanda fyri at verða álopnar. Ikki minst í eini trygdarpolitiskari broytingartíð. Vit hoyra regluliga um netálop kring um í heimi, sum leggja fyritøkur og skipanir lamnar. Í Føroyum hava vit sæð smærri álop, og er tað tí neyðugt at leggja upp fyri, at meira víðfevnd álop eisini kunnu raka føroyska samfelagið. Avleiðingarnar kunnu vera álvarsamar, um skipanir ikki virka, og um dátur brádliga ikki eru atkomuligar ella koma í skeivar hendur. Tí mugu vit miðvíst byrgja fyri álopum og skipa eina munadygga tilbúgving, ið kann økja um mótstøðuførið og minka um avleiðingarnar, tá ið álop henda.
Við fyrstu nettrygdarætlanini seta Føroyar kós móti eini tryggari talgildari menning.