05.08.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Fyrisitingarligur samskipari til Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Fyrisitingarligur samskipari til Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Sendistovan er partur av føroysku uttanríkistænastuni, ið er skipað við einari heimatænastu í Tórshavn og sjey sendistovum í útlondum. Uttanríkistænastan er skipað sum partur av Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Sendistova Føroya í Keypmannahavn sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og nærløgdum fyrisitingarligum samskipara. Talan er um eitt avloysarastarv fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2021 – 1. oktober 2022.

Vit bjóða
Talan er um eitt fjølbroytt starv í einum spennandi arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsuppgávurnar eru skiftandi, og fleiri teirra hava altjóða dám. Tú fært sostatt møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga á fleiri mótum.

Sum samskipari á sendistovuni kemur tú at hava nógv samskifti bæði inn- og úteftir. Tú kemur at verða ein

partur av einum altjóða umhvørvi í Keypmannahavn og samstundis hava samband við føroysku miðfyrisitingina.

Uppgávur

Starvið fevnir í høvuðsheitinum um uppgávur, ið viðvíkja:

  • Fíggjarstýring, bókhaldi, roknskapi og lønarumsiting.
  • Fyrisitingarligar uppgávur, málsviðgerð og svara fyrispurningum.
  • Umsitingarligar uppgávur, skjalaskráseting, skrivarauppgávur, rættlestur og KT.

Førleikakrøv og royndir
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving og royndir innan bókhald/roknskap, fyrisiting og skrivstovu. Tað er ein fyrimunur, at hava starvsroyndir innan almenna fyrisiting og/ella samskipan.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

  • Er røkin, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
  • Hevur eitt jaligt, ágrýtið arbeiðslyndi.
  • Megnar at arbeiða undir tíðartrýsti og ofta við fleiri uppgávum í senn.
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt, vera hjálpsamur, miðvísur og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.
  • Hevur góðar málførleikar. Kann rættlesa føroyskt og danskt. Hevur góðan kunnleika

til enskt.

Starvsstaðið
Starvsstaðið er Sendistova Føroya í Keypmannahavn, Strandgade 91, 1401 København K. Sendistova Føroya hevur skrivstovu í sera snøggum umhvørvi á Norðurbryggjuni, har sendistovurnar hjá Íslandi og Grønlandi eisini halda til.

Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála millum Finansministeriet og HK Stat. Starvsfólk skulu sjálvi finna bústað, men vit hjálpa fegin við vegleiðing og øðrum.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Jóannes V. Hansen, sendimann, telefon +45 23613771.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli (CV) o.ø. skal sendast til Uttanríkis- og mentamálaráðið: ummr@ummr.fo

Umsóknir skulu vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. aug. 2021. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.