Fýra verkætlanir hava fingið stuðul til tiltøk, ið skulu stimbra málmenningina hjá børnum. Hetta er evnið, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur valt at raðfesta av veddingarpengunum í ár og ætlandi eisini komandi ár.
Tær fýra umsóknirnar, sum hava fingið játtandi svar í hesum umsóknarumfari, eru:
Námsvísindadeildin v/ Sjúrð Juul Ravnsfjall: “Forrita á og við teldlum”. (120 tús. kr.)
Talan er um at menna eitt tilboð, har ið farið verður út á skúlar og frítíðartilboð til børn og ung fyri at forrita á og við teldlum.
Føroyska Bíbliufelagið v/ Gunnar K. Nattestad: Nýggja testamenti á gerandisføroyskum. (100 tús. kr.)
Endamálið hjá Bíbliufelagnum við at geva út eitt nýggja testamenti á gerandisføroyskum er fyri fyrstu ferð nakrantíð at geva okkara børnum og ungu eitt nýggjatestamenti úr grundmálinum, sum er orðað júst til teirra, so tey møta Bíbliuni í eygnahædd.
Sundsá v/ Turið Bærentsen úr Konoy: Telduspøl og appir. (90 tús. kr.)
Turið Bærentsen úr Konoy fer at gera telduspøl og appir, ið kunnu menna føroyska málið hjá børnum og ungum í øllum aldri.
Sissal Maria Rasmussen: Foreldrafrágreiðingar um málmenning. (75 tús. kr.)
Foreldrafrágreiðingar um málmenning hjá børnum skulu gerast tøkar fyri almenninginum. Ein foreldrafrágreiðing er eitt spurnarskjal til foreldur um, hvørji orð børn duga. Hetta er eitt háttalag at meta um orðfeingi hjá børnum. Orðfeingi er partur av málmenning hjá børnum, sum hevur stóran týdning innan mál- og lesimenning.
Mentamálaráðið umsitur veddingarpengarnar til verkætlanir til gagns fyri børn og ung innan mentan og list í breiðari merking, upplýsing og fyribyrging, íverksetan og annað, ið hevur týdning fyri menningina hjá børnum. Veddingarpuljan er á 3 mió. kr. í ár, og higartil hava 43 umsóknir fingið stuðul til verkætlanir av ymsum slag. Hesar eru at finna á www.mmr.fo undir “Børn og ung - stuðul”.
Mentamálaráðið lýsir í løtuni eitt eyka stuðulsumfar á 600.000 krónur til barna- og ungdómsarbeiði við høvuðsdenti á málmenning hjá børnum. Freistin at søkja er 20. august 2017. Sí www.mmr.fo.