Mentanarvikan hjá Sunda kommunu byrjaði við fullum húsum á hvalastøðini við Áir, tá væl yvir 500 fólk í góðveðrinum leygardagin høvdu leitað sær oman á hvalastøðina við Áir til tiltakið, ið Søvn Landsins skipaðu fyri.
Hvalastøðin hevur ligið still síðan 1984, tá seinasti hvalurin var drigin upp á støðini. Fólk úr øllum landinum, men kanska serliga úr Sundalagnum vóru farin av húsum at vitja hvalastøðina, nú hon fyri fyrstu ferð í yvir 25 ár var opin aftur. Bæði ung og gomul hugdu við áhuga at maskinum, tólum, myndum og bygningum og prátið gekk dúgliga. Serliga var tað nemandi at síggja og hoyra tey greiða frá, ið mintust aftur á gamlar dagar, tá hvalstøðin enn var virkin.
Tað er onki at ivast í, at hvalastøðin hevur havt stóran týdning fyri fólkið í Sundalagnum, og at hon er varðveitingarverd. Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur mælt Løgtinginum til at fara undir at endurskapa hvalastøðina, og eftir at Løgtingið í fjør játtaði pening til hvalastøðina við Áir, arbeiða Mentamálaráðið, Søvn Landsins og Sunda kommuna nú í felag fyri, at hvalastøðin aftur gerast ein virkin miðdepil í Sundalagnum – hesaferð sum savn og upplivingardepil.
Tiltakið var sera væl fyriskipað av Søvnum Landsins, sum síðan í vár hava gjørt bráðfeingis umvælingar og hampað um á støðini. Arbeiðið hevur gjørt stóran mun, og nú ber til at ímynda sær, hvussu hvalastøðin fer at virka sum savn í framtíðini.
Í røðu sínari vísti Helena Dam á Neystabø millum annað á at: "Tað er í allarsíðstu løtu, at vit hava tikið hesa avgerð. Ketilshúsið, Spikkókaríið, Fugan, Kvernuhúsið, Tørkan, Krúthúsið, Ebenezer, Kemis og Perlan standa uppi enn, men sum tað sæst, eru bygningarnir illa farnir og hóast fólk frá Søvnum Landsins við góðari hjálp frá fólki í økinum síðan í vár hava lagt stóra orku í at rudda og hampa úti og inni, tetta lekar og gera bráðfeingis umvælingar, so er framvegis nógv at fara um, og enn er langt eftir á mál.
Í felag fara vit nú undir at arbeiða víðari við ætlanini um at skapa ein upplivingardepil við Áir, har hvalastøðin verður varðveitt sum savn og gerst partur av eini ætlan, har hvalastøðin við Áir aftur verður miðdepil – ein miðdepil fyri upplivingar, mentan, ferðavinnu og aðra vinnu."
Niðanfyri er røðan, ið Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, helt á hvalastøðini við Áir: Hvalastøðin við Áir ein miðdepil
Mentanarvikan í Sunda kommunu byrjar í dag við hesum tiltaki við Áir, sum Søvn Landsins skipa fyri.
Hvalastøðin við Áir var einaferð vinnuligi miðdepilin í Sundalagnum. Her var virksemi og lív, larmur og ikki minst luktur, men her var eisini lívsgrundarlagið hjá stórum parti av fólkinum við Sundalagið. Hvalatvøstið var gott og bíligt ískoyti til húsarhaldini og arbeiðið á hvalastøðini gav stórum tali av vaksandi fólkatalinum í økinum búskaparlig livilíkindi.
Og nú vit standa her í dag, kenna vit framvegis farvegin av lýsilukti. Vit kunnu ímynda okkum, hvussu her hevur verið, tá hvalabátarnir hava ligið útfyri og hvalir hava verið drignir upp – tað er líka við at vit eisini hoyra spøl ganga og kvarnir mala. Nøvnini Heykur og Falkur vekja enn minni um farnar dagar. Her hevur verið rokan í fjørðinum og helst mangan baldrut. Tað var hart arbeiði at flensa og skera stórhval upp, og tørnini kundu vera long.
Hvalastøðin við Áir er eitt heilt serligt stað – eitt einastandandi dømi um ídnaðarsamfelagið, tá tað tók seg upp og blómaði í 20. øld. Síðst í 1950-unum minkaði virksemið á hvalastøðini nógv og í 1984 kom seinasti hvalurin upp á land. Síðan hevur hvalastøðin staðið still, stimurin er tikin av spølunum, bygningarnir hava staðið tómir, maskinurnar eru rustaðar og so hvørt er forfallið vorðið meira og meira sjónligt.
Tíbetur vóru fólk frá Føroya Fornminnissavni framsíggin og vístu longu í 1982 á, at á hvalastøðini við Áir vóru mentanarsøgulig virði, ið áttu at verið varðveitt. Loyvi varð fingið til at savna leysar lutir og skrásetingar vórðu gjørdar av bygningum og økinum rundanum.
Í 1989 samtykti Landsstýrið, at hvalastøðin eigur at verða varðveitt.
Landsverk hevur øll árini havt ábyrgd av viðlíkahaldinum, og fyrst Jóannes Olsen og síðan Jón Láadal hava havt dagliga umsjón við støðini fram til dagin í dag. Sunda kommuna hevur eisini víst hvalastøðini áhuga og var í 2007 við í arbeiðinum at skriva álit um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn.
Í 1996 gjørdi Leivur Hansen ein áhugaverdan sjónvarpsfilm, har tosað varð við fólk sum mintust aftur á arbeiðið á støðini og greiddu livandi frá hvussu umstøðurnar vóru tá. Filmurin lýsti sera væl tann stóra týdning, ið hvalastøðin gjøgnum meiri enn hálvthundrað ár hevði fyri Sundalagið. Og í fjør samtykti Løgtingið at seta pening av til varðveiting av hvalastøðini.
Alt hetta hevur verið við til, at vit standa her í dag og enn hava møguleika at fáa hjólini á hvalastøðini at virka aftur. Ikki sum virkandi hvalastøð, men sum virkandi savn.
Og tað er í allarsíðstu løtu, at vit hava tikið hesa avgerð. Ketilshúsið, Spikkókaríið, Fugan, Kvernuhúsið, Tørkan, Krúthúsið, Ebenezer, Kemis og Perlan standa uppi enn, men sum tað sæst, eru bygningarnir illa farnir og hóast fólk frá Søvnum Landsins við góðari hjálp frá fólki í økinum síðan í vár hava lagt stóra orku í at rudda og hampa úti og inni, tetta lekar og gera bráðfeingis umvælingar, so er framvegis nógv at fara um, og enn er langt eftir á mál.
Í felag fara vit nú undir at arbeiða víðari við ætlanini um at skapa ein upplivingardepil við Áir, har hvalastøðin verður varðveitt sum savn og gerst partur av eini ætlan, har hvalastøðin við Áir aftur verður miðdepil – ein miðdepil fyri upplivingar, mentan, ferðavinnu og aðra vinnu.
At seta mentanina í miðdepilin merkir atdráttarmegi, trivnað og búskaparliga framgongd - tað vísa kanningar aðrastaðni, og tað er eisini galdandi her hjá okkum.
Eg vil takka Sunda kommunu fyri, at tit við hesi mentanarviku seta mentanina í miðdepilin og eg fari at ynskja tykkum góða eydnu við tiltakinum.
Hvalastøðin við Áir var í 20. øld vinnuligi miðdepilin í økinum. Í 21. øld eru vinnuligu fortreytirnar øðrvísi. Í 21. øld eru mentan og vinna alt meira samantvinnað, og tað er mín vón, at vit saman megna at gera hvalastøðina við Áir til mentanarmiðdepil við virðing fyri mentanararvinum og við upplivingum til gagns og gleði – tí seta vit mentanina í miðdepilin vinna vit øll.
Takk fyri.