Eitt áhugavert og fjølbroytt starv á Stýrisdeildini sum fulltrúi innan fólkaskúlaøkið er leyst at søkja. Tann, ið settur verður, skal virka fyri, at játtanin verður nýtt so skynsamt sum til ber, menna virksemisstýringina og stýringaramboð annars innan økið. Fulltrúin verður partur av toyminum fyri fólkaskúlaøkið í Mentamálaráðnum. Les meira her.